Frįgreišing

Uttanhýsis telefonvakt gevur møguleikar og frælsi hjá virkjum, stovnum, feløgum og einstaklingum!

Vit taka telefonina (fastnet og fartelefon) og avgreiða boðini, tá tú ella tit eru upptikin, burturstødd ella vilja ikki órógvast.

Vit taka telefonina, og eftir avtalu, bera vit boðini víðari við telefon, telduposti, fax ella sms-boðum, tá ið tit ynskja tað.

Hvussu virkar TelefonVaktin?

Bílegg telefonvakt á tlf. 59 77 77.

Tá telefonvaktin er bíløgd, umstilla tit telefonina (fastnet ella fartelefon) til eitt ávíst nummar hjá okkum.

Vit svara, við at siga navnið á fyritøku tykkara, ella sum tit ynskja tað.

Vit taka ímóti boðum og bíleggingum, bera tey víðari og handfara bíleggingar og møguligar skunduppgávur og kreppustøður eftir tykkara ynski.

Eisini kunnu vit víðaristilla samrøðuna.

Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at ringja 59 77 77.

Vanlig TelefonVakt er millum kl. 8.00 og 17.00.

Men vit kunnu eisini svara telefon tykkara aðrar tíðir, ja, alt samdøgrið.

Ring 59 77 77 og vit gera eina avtalu.

Vit kunnu eisini gera langtíðar avtalur.

Tað ger ikki mun, hvar tú ert. Við víðaristilling kanst tú stilla uppkall (fastnet og fartelefon) til TelefonVaktina. Soleiðis gert tú:

*21 – Stilla allar uppringingar um
*61 – Stilla um, tá ið telefonin ikki verður svarað
*67 – Stilla um, tá ið telefonin er bundin

Nærri frágreiðing um telefonvaktina her.

 
TelefonVaktin
Tlf. 597777
TelefonVaktin | 520-Leirvķk  | Phone: 597777