Telefonvaktin var sett á stovn ár 2000.
Eigari og dagligur leiðari er Ásbjørn Jacobsen í Leirvík.
Ásbjørn hevur drúgvar royndir við fjølbroyttum fyritaksemi, í vinnulívinum, felagsskapum og stovnum.
Við hesi tænastu kanst tú víðaristilla øll køll til okkara, um tú t.d. ikki vilt órógvast í styttri ella longri tíðarskeið.
Vit svara, við at siga títt navn ella navnið á fyritøkuni, taka ímóti boðum ella bíleggingum og senda so boðini víðari til tín við telduposti, sms ella fax, tá og sum tú/tit ynskja tað.
TelefonVaktin
Áargarður 15
520 Leirvík
Tlf. 597777