Ovasti partur: Seinast dagført september 2019.Skipan í høvuðsheitum (frá Umboðsráðsvalinum í september 2020)
( Trýst á myndina, fyri at síggja størri mynd )
Niðanfyri her :Seinast dagført januar 2016.
Skipan í høvuðsheitum (frá roknskapinum 2014)
(Trýst á myndina, fyri at síggja størri mynd )
Hetta er partur av ognini hjá limunum í Ognarfelag Tryggingartakaranna (OT).
Ognarfelag Tryggingartakaranna (OT)
Er sínámillum felag, sum tryggingartakararnir í Tryggingarfelag Føroya eiga (OT var stovnað 18. desember 2003).
Tryggingarfelag Føroya er sprottið úr Tryggingarsambandið Føroyar, Føroya Brunatrygging, Føroya Sjóartrygging og Føroya Vanlukkutrygging (samanlegging í 1998).
Umboðsráð (UR)
Umboðsráðið í OT er mannað við 35 limum, sum tryggingartakararnir í Tryggingarfelag Føroyar velja.
Valskeiðið er 4 ár og val til umboðsráð er annað hvørt ár (líka ár).
Nevndin í OT
Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna er manna við 5 limum, sum verða valdir á aðalfundi í Ognarfelagnum.
Bert limir í Umboðsráðnum hava atkvøðurætt á aðalfundunum.
Nevndin í TF Holding
Nevndarlimirnir eru 8 í tali, allir 5 nevndarlimirnir í OT og 3 limum valdir av starvsfólkum í holding samtakinum.
Nevndarmeirilutin í TF-Holding velur so nevndirnar í øllum teim feløgum, sum Ognarfelagið (OT) eigur.
Starvsfólk velja so eisini starvsfólkaumboð í nakrar av hesum nevndum.
Tankar, hugskot og viðmerkingar eru vælkomin.
GEV GÆTUR
Nakrar leinkjur høgrumeðin eru til Business-Line, ið ikki altíð eru feskastu upplýsingar.
Hevur tú eina betri brúkiliga leinkju, er tú vælkomin at senda mær hesa.