Bookmark and Share    

T
  

Soleišis gera vit

Vit taka telefonina.
Betri tænastu til viðskiftafólkini!
Meira frælsi til tín!

Ein kanning vísir, at tá ið fólk ringja til eina fyritøku, sum svarar við einum telefon svarara, ynskja millum 50 og 70% ikki at leggja eini boð.

Neyvan nakað annað kann øsa fólk so nógv, sum tá tey ringja til eitt virki, felag ella einstakling og eingin svarar ella bert ein sjálvvirkandi telefon svarari. Vit hava loysnina...

TelefonVaktin er persónligt svar av telefon køllum til virki, felag, stovn og einstaklingar. Gloym telefonina eina løtu, ein dag, eina viku ella longri og lat okkum svara telefon tykkara við at siga navnið á virkinum, felagnum ella stovninum, tá ið svarað verður.

TelefonVaktin er ein frálík tænasta, um tú/tit eru upptikin, virki er stongt, tit hava ikki stundir at taka telefonina, tit hava starvsfólkaskeið ella -fund, tit eru uttanlands, tá ið sjúka ella óhapp rakar ella tit hava frí.

Royn okkum ÓKEYPIS í 3 dagar! Ring 59  77 77 og vit gera avtalu um, at tit royna skipan okkara ÓKEYPIS í 3 dagar - uttan nakrar bindingar.

Bílegging: Til ber at tekna seg til vaktar skipanina longu nú, ella stovna bílegging, sum so er klár at taka í nýtslu, tá ið tørvur er á tí. TelefonVakt kann stovnast fáar minuttir eftir at vit hava fingið boðini.

Best og tryggast er at bíleggja í góðari tíð!

Vit eru tilreiðar, tá ið tit eru tað!
 

Hvussu virkar TelefonVaktin?  

Bílegg telefonvakt her ella ring 59  77 77.

Tá ið telefonvaktin er bíløgd, umstilla tit telefonina (fastnet ella fartelefon) til eitt ávíst nummar hjá okkum.

Tað ger ikki mun, hvar tú ert. Við víðaristilling kanst tú stilla uppkall (fastnet og fartelefon) til TelefonVaktina. Soleiðis gert tú:
*21 – Stilla allar uppringingar um
*61 – Stilla um, tá ið telefonin ikki verður svarað
*67 – Stilla um, tá ið telefonin er bundin

Vit svara sum tit ynskja tað, t.d. við at siga virkisnavn. Vit taka ímóti og geva boð, og handfara

bíleggingar og møguligar skund- og kreppustøður eftir tykkara ynski og boðum.

Vit kunnu eisini umstilla nøkur ella øll køll til onkran av starvsfólkum tykkara. Vit kunnu t.d. gera avtalu, at um ein kreppustøða gerst veruleiki, seta vit okkum í samband við rætta viðkomandi á einum frammanundan avtalaðum trúnaðar kreppustøðu nummari.

Vit upplýsa sjálvandi ikki telefon nummur, sum eru í trúnaði.

Móttikin boð verða, sambært avtalu, send víðari við telduposti, fax, sms ella telefon. Tit avgera nær og hvussu! Eisini ber til at fáa yvirlit yvir tey ið ringt hava.

Faxtænasta: Vit bjóða eisini eina faxtænastu, har vit taka ímóti og víðari senda fax.   

Royn okkum ÓKEYPIS í 3 dagar! Ring 59 77 77 og vit gera avtalu um, at tit royna skipan okkara ÓKEYPIS í 3 dagar - uttan nakrar bindingar. 

 
Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at ringja 59 77 77.


TelefonVaktin | 520-Leirvķk  | Phone: 597777