Skriva 05/03-2011
Aðalfundur í OT 2011
Aðalfundurin í Ognarfelag Tryggingartakaranna verður fríggjadagin 11. mars kl. 17:00 á Hotell Føroyum.
Ætlar tú at luttaka, mást tú fráboðað luttøkuna nú.
Luttøka á aðalfundi er treytað av, at limurin í seinasta lagi 5 dagar frammanundan aðalfundinum hevur boðað frá, at hann luttekur, og hetta skal verða gjørt skrivliga til høvuðsskrivstovuna.
Seinasta freist at fráboðað luttøku á hesum aðalfundi er sostatt nú sunnudagin 06. mars.
Allir tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum eru limir í Ognarfelag Tryggingartakaranna og hava rætt at møta á aðalfundinum. Limirnir kunna taka orðið á aðalfundinum, men hava ikki atkvøðurætt.
Tað eru bert tey 23 umboðini í Umboðsráðnum, ið hava rætt at atkvøða á aðalfundinum.
Skráin fyri aðalfundin, smb. § 17 í viðtøkunum, er henda :
1. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári.
2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og hvussu møguligt avlop ella
tap, sambært roknskapinum, verður nýtt, sí § 29, stk. 3.
3. Val av nevndarlimum
4. Val av grannskoðarum, ið sita til næsti vanligi ársaðalfundur er lokin.
5. Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at viðgera.
Innkomin eru uppskot at broyta viðtøkurnar um:
- Val til umboðsráðið.
- Valskeiðið.
- Valbæri fyri nevndarlimir.
6. Ymiskt
Í ár skula nevndarlimir veljast, sambært galdandi viðtøkum, valskeiði hjá nevndarlimum er 4 ár. Nevndarval er annað hvørt ár, tað vil so siga tey ólíka árini tá einki val er til umboðsráðið.
Viðtøkurnar fyri OT eru frá 2003 og eru bert broyttar einaferð áður, tað hendi á aðalfundinum í fjør, tá talið av grannskoðarum fór frá tveimum niður ein.
Til aðalfundin eru uppskot aftur um at broyta viðtøkurnar, hesaferð viðvíkjandi vali til umboðsráðið, valskeiði og valbæri fyri nevndarlimir.
Í seinasta lagi 8 dagar frammanundan hvørjum aðalfundi skal dagsskrá og tey fullfíggjaðu uppskotini, og somuleiðis fyri vanliga aðalfundin, ársroknskapur við grannskoðaraátekningum, verða løgd fyri limirnar á høvuðsskrivstovu felagsins.
Frá hósdegnum 03. mars kunnu limir sostatt venda sær til høvuðsskrivstovu felagsins í Tórshavn at kunna seg við hesi viðurskifti.