A
  

Aðalfundur í OT 2012

Skriva 21/04-2012
Aðalfundur í OT 2012
 
Aðalfundurin í Ognarfelag Tryggingartakaranna verður komandi fríggjadag 27. apríl kl. 17:00 á Hotell Føroyum.
 
Ætlar tú at luttaka, mást tú fráboðað luttøkuna nú.

Luttøka á aðalfundi er treytað av, at limurin í seinasta lagi 5 dagar frammanundan aðalfundinum hevur boðað frá, at hann luttekur, og hetta skal verða gjørt skrivliga til høvuðsskrivstovuna.

Seinasta freist at fráboðað luttøku á hesum aðalfundi er sostatt nú sunnudagin 22. apríl.

Tú kann fráboðað luttøku á hesi leinkju:http://www.bricksite.com/andrass/aalfundurin

Somuleiðis kann tú nú eisini fráboðað luttøku á hesi leinkju:https://www.trygging.fo/Taenastur/Tidindi/Adalfundur_2012_medling/

 

Allir tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum eru limir í Ognarfelag Tryggingartakaranna og hava rætt at møta á aðalfundinum. Limirnir kunna taka orðið á aðalfundinum, men hava ikki atkvøðurætt.

Tað eru bert tey nú 35 umboðini í Umboðsráðnum, ið hava rætt at atkvøða á aðalfundinum.

Skráin fyri aðalfundin, smb. § 17 í viðtøkunum, er henda :

1. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári.

2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og hvussu møguligt avlop ella

tap, sambært roknskapinum, verður nýtt, sí § 29, stk. 3.

3.Val av nevndarlimum (einki val )

4.Val av grannskoðarum.

5.Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at viðgera.

Fylgjandi uppskot eru fráboðað:

I)Um nevndarsamsýningar

II)Viðtøkubroytingar:

a)nær limarættur fellur burtur.

b)hvat skal henda um felagið verður avtikið.

c)at senda atkvøðuseðlar út tul umboðsráðsval.

d)avtaka fráboðan til aðalfundarluttøku.

e)hvør avloysir, tá limur í umboðsráðnum fer frá.

6.Ymiskt

At einki val av nevndarlimum er í ár kemst av, at valdir nevndarlimir sita í 4 ár og val bert er annaðhvørt ár, tað vil so siga tey ólíka árini tá einki val er til umboðsráðið.

Í seinasta lagi 8 dagar frammanundan hvørjum aðalfundi skal dagsskrá og tey fullfíggjaðu uppskotini, og somuleiðis fyri vanliga aðalfundin, ársroknskapur við grannskoðaraátekningum, verða løgd fyri limirnar á høvuðsskrivstovu felagsins.

Limir kunna sostatt venda sær til høvuðsskrivstovu felagsins í Tórshavn at kunna seg við hesi viðurskifti.

 

Sum nevnt, kann tú her og nú fráboðað luttøku á aðalfundinum við leinkjuni her:http://www.bricksite.com/andrass/aalfundurin

ella her:https://www.trygging.fo/Taenastur/Tidindi/Adalfundur_2012_medling/
Andrass Skaalum - Tel. 28 78 70 - andras_s@olivant.fo