TRYGGING AV AKFØRUM HEVUR KASTA MEST AV
SÆR, SJÓTRYGGINGAR MINST.
Hagtøl frá 1997 – 2019 (23 ár) - Kelda: Hagstova Føroya
Akfarstryggingar góðu : 971 mió Kr.
Sjótryggingar góðu : 27 mió Kr.
Sjótryggingar hava eisini hægsta skaðprosent : 98,76 %.
Akfarstryggingar hava lægsta skaðprosent : 62,58 %.
Akfarstrygging og Brunatrygging mest avkast.
Alt eftir hvørji ár verða tald saman, kann úrslitið broytast rættiliga nógv.
Tal av skaðum og kostnaður fyri skaðar kann sveiggja nógv frá ár til ár, og broytt tryggingargjøld gera eisini mun.
Her havi eg valt at taka øll 23 árini, sum helst gevur eina mynd av, hvørjar tryggingar hava givið mest í kassan samanlagt – hava verið grundarlagið undir vaksandi eginogn.
Teigurin “Avkast” í talvuni eru Tryggingargjøld minus Skaðagjøld.
Skaða-prosentið er hvussu nóg av tryggingargjaldinum fer til at gjalda skaðar.
Fyri sjótrygging er bert 1,24 % eftir (100–98,76), fyri akførs 37,42% (100-62,58).
Í samanløgdu tølunum smæðist vanligi tryggingartakarin ikki burtur, tað er áhugavert.
Vinarliga
Andrass Skaalum
Valevni til Umboðsráðið 2020Velbastaðvegur 42 mob: 287870
FO-100 Tórshavn T-bræv: andras_s@olivant.fo
Tórshavn, tann 25. september 2020
Leinkja til tølini hjá Hagstova Føroya :
Skaðatryggingar, gjøld og bøtur