A

Bið um atkvøðuseðilin !

Dagur 05. februar 2010

Komandi tvær vikurnar verður val til umboðsráði fyri Ognarfelagið  Tryggingartakaranna.

Eg eri valevni og havi áhuga at verða við í  Umboðsráðinum fyri Ognarfelagið  Tryggingartakaranna og at arbeiða við  uppgávum har, til frama fyri teg sum tryggingartakar, fyri felagið og samfelag okkara. 

Niðanfyri er í stuttum nøkur av málum, eg vil virka fyri:  

  • Betri gjøgnumskygni so tryggingartakarin fær innlit og kann fylgja við.
  • At vit vísa virðing - fyri fakinum, tryggingartakaranum og starvsfólkunum.
  • At kapping framhaldandi er á tryggingarmarknaðinum.
  • At vit javnan máta og dagføra dugnaskap okkara í mun til bestu aktørarnar á marknaðinum (Benchmarking).
  • At smærri íleggjarar fáa arbeiðsfrið og ognarfelagið arbeiðir har aðrir ikki røkka.
  • At virksemið í mesta mun kemur føroyska samfelagnum tilgóðar.
  • At umsita ognir við dugnaskapi og virðing fyri tryggingartakarunum.
 

 

Tað vildi glett meg at fingið høvið at umboða teg og fingið tína atkvøðu til Umboðsráðið, at arbeiða við hesum málum í samtakinum. 

Samtakið:

 Bygnaðar-Diagram-2009

 

 

 

 

 

 

Tey, sum hava onkra trygging hjá “Tryggingarfelagið Føroyar” pr. 01. januar í ár, hava rætt at atkvøða.

Tryggingar kunna vera bilur og onnur akfør, hús, innbúgv, bát, neyst, ferðatrygging, vanlukkutrygging, familjutrygging, hjálparfólkatrygging og annars ymsar aðrar vinnutryggingar. 

Atkvøðuseðilin kemur ikki av sær sjálvum, tú skal biðja um at fáa hann sendandi, fyri at tú kann atkvøða.

( Eftirskift: Á aðalfundi 27. apríl 2012 var avgjørdi, at atkvøðuseðlar skuldu sendast til allar limir, uttan at neyðugt var at biðja um tað. Fyrsta valið við hesi skipan var í februar 2014.
Tá eg var valdur umboðsráðslimur í 2010, var hetta eitt av hjartamálum minum at fáa framt).

Atkvøðuseðilin kann umbiðjast á  telefon 345600, á t-bræv umbodsradsval@trygging.fo, fax 333150 ella við at fara inn eina av deildunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

“Sjáldan fast tað í lag, ið kemur í drag”, tí er umráðandi at fáa hetta avgreitt beinan vegin. 

Eg vil við hesum biðja um tín stuðul til Umboðsráðsvalið J 
 

Vinarliga

Andrass Skaalum, Tórshavn 

Valevni til Umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna. 

Andrass Skaalum - Tel. 28 78 70 - andras_s@olivant.fo