A

Dýrar tryggingar ?

 Dagur 08. februar 2010

Um eingin kapping er um kundan, verða tryggingarnar ov dýrar.

Frí og opin kapping á tryggingarmarknaðinum, er besta trygd fyri at kundin ikki kemur at gjalda yvirprís fyri tryggingar.

 

Ein sínámillum avtala um prísir á marknaðinum, har bert tvey feløg eru, kann einans skaða kundan og í longdini eisini tryggingarfeløgini. Vandin kann tá verða, at vit ikki koma at standa okkum í kappingini og gerast taparar fyri útlendskum feløgum.

Í hesi og komandi viku er val til umboðsráði fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna, har eg eri valevni.

Eg vil virka fyri, at kapping framhaldandi er á tryggingarmarknaðinum, til frama fyri teg sum kunda og harvið í longdini eisini fyri tryggingarfelagið.

Fyri at náa bestu úrslitum og bíligast tryggingum, er týdningarmikið, at vit javnan máta og dagføra dugnaskap okkara í mun til bestu aktørar á marknaðinum (Benchmarking).

Niðanfyri er í stuttum onnur mál eg eisini vil arbeiða við:

  • Betri gjøgnumskygni so tryggingartakarin fær innlit og kann fylgja við.
  • At vit vísa virðing - fyri fakinum, tryggingartakaranum og starvsfólkunum.
  • At smærri íleggjarar fáa arbeiðsfrið og ognarfelagið arbeiðir har aðrir ikki røkka.
  • At virksemið í mesta mun kemur føroyska samfelagnum tilgóðar.
  • At umsita ognir við dugnaskapi og virðing fyri tryggingartakarunum.

Tey, sum hava onkra trygging hjá “Tryggingarfelagið Føroyar” pr. 01. januar í ár, hava rætt at atkvøða.

Atkvøðuseðilin kemur ikki av sær sjálvum, tú skal biðja um at fáa hann sendandi, fyri at tú kann atkvøða.

Atkvøðuseðilin kann umbiðjast á  telefon 345600, á t-bræv umbodsradsval@trygging.fo, fax 345604 ella við at fara inn á eina av deildunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

“Sjáldan fast tað í lag, ið kemur í drag”, tí er umráðandi at fáa hetta avgreitt beinan vegin.

Eg vil við hesum biðja um tín stuðul til Umboðsráðsvalið J

 

Vinarliga

Andrass Skaalum, Tórshavn

 Valevni til Umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna. 

Andrass Skaalum - Tel. 28 78 70 - andras_s@olivant.fo