A

 Skriva 05/03-2011

EIK .... OG HVAT SO  ?

  

Ognarfelag Tryggingartakaranna er størsti leikari á Føroyska fíggjarheiminum.

Hetta er ein stór ábyrgd og krevur skynsemi og reiðiligheit av øllum leikarum á vølli.

Hvat veit tryggingartakarin í grundini um sínar ognir og hvør umsitur hesar ?

Hvussu er við gegni og kompetansu ?

 

Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna (OT) verður vald av umboðsráðnum, ið eru 23 fólk, sum ein lutfalsliga lítil partur av tryggingartakarunum hevur valt.

Tað eru helst bert umleið 15% av tryggingartakarunum, ið greiða atkvøðu til umboðsráðið. Av hesum tykist meginparturin at vera atkvøður frá vinnulívskundum í tryggingini.

Nevndin í OT velur nevndina í TF-Holding, sum stjórnar hesum makt depli og setur stjóra at standa fyri dagligu umsitingini.

 

Við keypinum av EIK er OT vorðin størsti leikari á Føroyska fíggjarheiminum, og er tað umráðandi, at somu skipanarligu feilir, sum vóru gjørdir í gamla EIK, ikki verða endurtiknir.

Hyggja vit eftir hvussu OT er skipað, og hvør ger sína ávirkan galdandi, sær tað tíverri út til at vandi kann verða fyri, at somu skipanarligu skeivleikar kunna verða endurtiknir.

 

Tað eru nógvir nevndarsessir í samtakinum, og kann tað vera freistandi at sleppa at sita í fleiri av hesum fyri góða løn, samstundis sum ein umsitur Føroya størsta maktdepil. 

 

Tryggingartakararnir, ið eiga OT, fáa sera lítið innlit í, hvussu felag teirra arbeiðir, hvussu peningurin verður plaseraður og hvørji fólk umsita ognirnar og hvussu. Tú kann royna heimasíðuna hjá felagnum at kanna, hvat tú fær at vita um hetta.

Sum limur í umboðsráðnum fái eg heldur ikki av eintingum stórvegis kunning um hesi viðurskifti.

Okkurt smávegis fæst tó at vita, um ein leitar í roknskapum hjá felagnum og á Skráðseting Føroya.

Ein kann so spyrja hví hetta skal vera so ?

 

Ein afturlatin skipan, har fá vita hvat hendir, kann gerast gróðrarbotnur fyri avgerðum og handlingum, ið ikki høvdu verið framdar um opinleiki valdaði, í ringasta førið kann vandi verða fyri undirhonds avtalum.

Hugsa tær, um eg sum umboðráðslimur t.d. fái tilboð um nevndarsessir, fyri at velja onkran ávísan persón inn í nevndina, ella okkurt líknandi ?

 

Spurningurin er, um javnvág er millum kompetansu og ábyrgdir í øllum liðum í samtakinum.

Kann tað t.d. verða vandi fyri, at nevnd og/ella umboðsráð ótilvita kunnu verða drigin uppá tráð ?

 

Tað er tí umráðandi at OT og samtakið gerst munandi meira opið og at skilagóðar reglur verða gjørdar fyri, hvussu ognirnar hjá eigarunum kunnu umsitast á besta hátt. Atlit eigur at takast fyri gegni, kompetansu og at ov nógv samanfall ikki er av persónum í teim ymsu nevndunum.

Samstundis eigur at verða hugt at, um støðan hjá nevndunum, sum eftirlit og ábyrgdarhavandi kann styrkjast, soleiðis at vandi ikki gerst fyri, at ein stjóri fyri samtakinum kann stýra nevndini meir enn gott er.

Somuleiðis eigur at verða hugt eftir uppgávum og umstøðum hjá umboðsráðnum.

Hevur umboðsráðið nøktandi innlit at røkja uppgávur sínar ?

Fær tað havt eftirlit við nevndini, sum tað skal velja á aðalfundum ?

 

Ætlar tú tær á aðalfund í OT, mást tú tekna teg áðrenn mánadagin, tað kann tú gera her: http://www.bricksite.com/andrass/aalfundurin

 

Tú kann lesa meir um aðalfundin her: http://www.bricksite.com/andrass/aalfundur-ot-2011

 

Andrass Skaalum - Tel. 28 78 70 - andras_s@olivant.fo