Andrass Skaalum

OPINLEIKI ER BESTA TRYGD AT BYRGJA UPP FYRI MYRKASPÆLIРOG VANDA FYRI AT FELAG OKKARA UPPÁ SIKTI VERÐUR KOLLSIGLT

Tó at tú ikki hoyrir so nógv frá mær í tí dagliga, verður alsamt arbeitt fyri at gera felagið hjá tryggingartakarunum so opið, sum gjørligt.

Hevur tú trygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyar (TF), eigur tú felagið og hevur rætt til at fáa kunning um títt felag (tína ogn).

Fleiri í Umboðsráðnum eru av somu áskoðan, tó eru eisini onnur, ið ikki eru áhugað í hesum opinleika. Tískil er tað ikki so lætt at fáa opinleikan í tað hásætið, ið eg meti rætt og rímiligt.

Arbeiði við at gera feløgini meira opin er í 2 stigum:

  • opinleikin til almenningin (ánararnar)
  • opinleikin til Umboðsráðslimir  (tíni valdu umboð).

KOMIÐ AT LEGGJA NAKAÐ AV KUNNING OG DAGFØRING HER FRAMYVIR.

Í samband við seinasta val til Umboðsráðið, skrivaði eg eisini á portalar, at greiða frá og seta fram sjónarmið um opinleika.

 

Tankar, hugskot og viðmerkingar eru vælkomin.

Send mær eini boð her.

Andrass Skaalum - Tel. 28 78 70 - andras_s@olivant.fo