A

HEVUR TÚ ATKVØTT ? ?

Andrass Skaalum Valevni til Umboðsráðið 2016
 
Brúka endiliga rættin tú hevur - - 
-- atkvøð fyri størri opinleika.

 
Hevur tú fingið atkvøðuseðil, so tú kann atkvøða til umboðsráðið ?
Ger endiliga tína ávirkan galdandi og broyt gongd frá myrkaspælinum.

Eg vil virka fyri at hurðar verða lætnar enn meira upp, so tryggingartakarin fær betur innlit og kann fylgja við, hvat hendir í okkara feløgum.

Eg eri valevni og biðji um tín stuðul at verða valdur í Umboðsráðið, so eg kann virka fyri fleiri batum.

Yvirskipaðu mál míni í arbeiðinum eru:
• Betri gjøgnumskygni so man kann fylgja við.
• Vísa virðing fyri fakið, kunda og starvsfólki.
• At kapping er á tryggingarmarknaðinum.
• At vit javnan dagføra dugnaskap okkara.
• At smærri íleggjarar fáa arbeiðsfrið.
• At virksemið kemur føroyska samfelagnum tilgóðar.
• At umsita ognir við dugnaskapi og virðing.
 
Ognararnar eiga til eina og hvørja tíð, lætt og ómakaleyst, at hava atgongd til kunning um hvat hendir í ognarfelagnum, hvør íløgupolitikkurin er, hvar peningurin er plaseraður og við hvørjum atliti v.m..

Sum er, tykist mær ognarfelagið heldur afturlatið og tørvur er framvegis á at lata upp hurðar fyri ognarunum.

Eg vil við hesum ynskja tær og mær eitt gott Umboðsráðsval – til frama fyri størri opinleika.


Blíðar heilsur
Andrass Skaalum             mob: 287870         t-bræv: andras_s@olivant.fo
Velbastavegur 42
FO-100 Tórshavn

               * * * *  OPINLEIKI ER TÍN BESTA TRYGGING  * * * *
Dagur 19. februar 2016
Andrass Skaalum - Tel. 28 78 70 - andras_s@olivant.fo