Hvar er málið ?
Dagur 22. februar 2010
Allir tryggingartakarar hjá Tryggingarfelag Føroyar, hava rætt at stilla upp til og at velja fólk í umboðsráðið, men bert fá vita um henda rættin.
Umboðsráði má taka stig til at broyta hesa støðu, skal vanligi tryggingartakarin ikki fá tað fatan, at limirnir í umboðsráðnum ynskja at hetta skal vera støðan.
Tað at fólk skula biðja um at fáa atkvøðuseðilin sendandi ger, at fleiri ikki fá tað gjørt og sostatt ikki luttaka í valinum, heilt nógv eru als ikki vitandi um, at valið fer fram.
Fyri tryggingartakaran hevði tað verið rímiligt, at atkvøðuseðilin kom sendandi, uttan fyrst at skula verða umbiðin. Tað hevði eisini verið rímiligt at valevnini boðaðu frá síni visjón og endamáli við at stilla upp til umboðsráðsval, so veljarin fekk eina hóming av hvat valið veruliga snúði seg um.
Verandi støða førir við sær eitt undarligt valstríð, har valevnið mega órógva fólk við umbøn um at tey útvega sær atkvøðuseðil og um at atkvøða fyri sær til umboðsráðsvalið.
Persónliga fari eg at biðja fólk halda mær til góða, um eg havi órógva tey við hesum.
Nú er bert eftir hjá teim, ið ikki enn hava sent atkvøðuseðilin inn, at fáa hetta gjørt áðrenn fríggjadagin.
“Sjáldan fast tað í lag, ið kemur í drag”, tí er umráðandi at fáa hetta avgreitt beinan vegin.
( Eftirskift: Á aðalfundi 27. apríl 2012 var avgjørdi, at atkvøðuseðlar skuldu sendast til allar limir, uttan at neyðugt var at biðja um tað. Fyrsta valið við hesi skipan var í februar 2014.
Tá eg var valdur umboðsráðslimur í 2010, var hetta eitt av hjartamálum minum at fáa framt).