Andrass Skaalum Valevni til Umboðsráðið 2016
Eg standi ovast á vallistanum og eri sera hugaður at halda fram við góðu gongdini, sum eg setti skjøtul á í 2010
Tað eru 26 valevni at velja ímillum, har ein partur ynskir at arbeiða fyri størri opinleika í felagnum.
Yvirskipaðu mál míni í arbeiðinum eru í stuttum :
• OPINLEIKI:
o Betri gjøgnumskygni so eigarin fær innlit og kann fylgja við.
• VIRÐA MENNISKJU OG FØRLEIKAR
o At vit vísa virðing - fyri faki, tryggingartakara og starvsfólki.
• KAPPING
o At kapping framhaldandi er á marknaðinum.
• DUGNASKAPUR
o At vit javnan máta og dagføra dugnaskap okkara í mun til bestu
aktørarnar á marknaðinum (Benchmarking).
• ÍLØGUPOLITIKKUR
o At smærri íleggjarar fáa arbeiðsfrið og ognarfelagið arbeiðir har
aðrir ikki røkka.
• FØROYSKA SAMFELAGIÐ
o At virksemið í mesta mun kemur føroyska samfelagnum
tilgóðar.
• UMSITING AV OGNUM
o At umsita ognir við dugnaskapi og virðing fyri eigarum.
HVUSSU VELUR TÚ ?
Brævið við atkvøðuseðli frá ognarfelagnum inniheldur 3 ørk og 2 brævbjálvar.
Á síðu 1 er vegleiðing í 5 punktum.
Síða 2 : er Atkvøðuseðilin at atkvøða við.
Í 3 reglubroti stendur “Títt tal av atkvøðum: _” sum tú kann brúka.
Set talið út fyri valevnið (t.d. Andrass Skaalum), er talið “1” ber eisini til at seta “x” í staðin.
Útfyltur atkkvøðuseðil skal í minna brævbjálvan (Átkvøðuseðil).
Síða 1 : er VÁTTAN, sum skal undirskrivast og koyrast í størra brævbjálvan saman við bjálvanum við atkvøðuseðlinum.
Móttakari er SPEKT og adressan er á bjálvannum og postgjald goldið, klárur at senda.
Síða 3 : er UM UMBOÐSRÁÐIÐ, hana hevur tú eftir sum kunning til tin.
NÚ MÁ TÚ SKUNDA TÆR ! - Tíðin rennur.
Atkvøðuseðlarnir skulu verða inni hjá SPEKT í Tórshavn komandi mánadag 29. februar 2016.
Skal Posta bera atkvøðuseðilin til SPEKT, er umráðandi at senda atkvøðuseðilin sum skjótast.
Tað ber eisini til at koyra atkvøðuseðilin í brævsprunguna við høvuðsdyrnar hjá SPEKT á Staravegi 17, 100 Tórshavn. * Bygningurin hjá Spekt liggur millum Landsapotekaran og Elding.
POSTA-FREIST: Er í prinsippinum – í postkassan áðrenn seinasta tøming av postkassum fram til mánamorgunin. Tær skulu hava tíð at koma fram til Tórhavnar og kunnu berast út mánadagin.
Í miðstaðarøkinum tó áðrenn seinasta tøming av postkassum mánadagin.
DEADLINE : 29. Februar 2016 kl. 17:00 (Tá skulu atkvøðuseðlar vera SPEKT í hendi)
Fram til midnátt kann tú koyra atkvøðuseðilin í brævsprunguna við høvuðsdyrnar hjá SPEKT á Staravegi 17, 100 Tórshavn.
Tú er eisini vælkomin at lesa meira á heimasíðu míni, her eru 3 uppskot til leinkjur.
Leinkjur til greinar:
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at senda mær teir ella at tosa við meg um hesar.
Vinarliga.Andrass Skaalum mob: 287870 & 280505 t-bræv: andras_s@olivant.foVelbastaðvegur 42FO-100 TórshavnUmboðsráðslimur í OT *** Opinleiki er tín besta trygging ***Valevni til Umboðsráðið í 2016Kunning er eisini her á facebook
GOTT VÆL - TIL FRAMA FYRI STØRRI OPINLEIKA Í TYKKARA FELAG !