A

 

 *  FYRSTA ONLINE TEKNING TIL AÐALFUNDIN 2010
 
Til aðalfundin í Ognarfelag Tryggingartakaranna í mars 2010, fingu tryggingartakararnir fyri fyrstu ferð høvið at fráboðað aðalfundar luttøku umvegis hesa heimasíðuna.
 
Til aðalfundin árið eftir fingu limir í ognarfelagnum enn fleiri møguleikar at tilmeldað til aðalfundin.

Tá bjóðaði Tryggingarfelagnum Føroyar, eisini henda møguleika á heimasíðuni hjá felagnum - stik den :) 
*************************************************************

Aðalfundur í OT 2010

 Dagur 17. mars 2010

 

Aðalfundurin í Ognarfelag Tryggingartakaranna verður komandi týsdag 23. mars kl. 17:00 á Hotell Føroyum.

Ætlar tú at luttaka, mást tú fráboðað luttøkuna nú.

 

Luttøka á aðalfundi er treytað av, at limurin í seinasta lagi 5 dagar frammanundan aðalfundinum hevur boðað frá, at hann luttekur, og hetta skal verða gjørt skrivliga til høvuðsskrivstovuna.

Seinasta freist at fráboðað luttøku á hesum aðalfundi er sostatt nú hósdag 18. mars.

Tú kann nú eisini fráboðað luttøku á hesi leinkju: Aðalfundarluttøka 
 
Allir tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum eru limir í Ognarfelag Tryggingartakaranna og hava rætt at møta á aðalfundinum. Limirnir kunna taka orðið á aðalfundinum, men hava ikki atkvøðurætt.

Tað eru bert tey 23 umboðini í Umboðsráðnum, ið hava rætt at atkvøða á aðalfundinum.

 

Skráin fyri aðalfundin, smb. § 17 í viðtøkunum, er henda :

 

1.   Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári.

2.   Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og hvussu møguligt avlop ella

tap, sambært roknskapinum, verður nýtt, sí § 29, stk. 3.

3.      Val av nevndarlimum (einki val )

4.      Val av grannskoðarum, ið sita til næsti vanligi ársaðalfundur er lokin.

5.      Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at viðgera.

6.      Ymiskt

 

At einki val av nevndarlimum er í ár kemst av, at valdir nevndarlimir sita í 4 ár og val bert er annaðhvørt ár, tað vil so siga tey ólíka árini tá einki val er til umboðsráðið.

 

Í seinasta lagi 8 dagar frammanundan hvørjum aðalfundi skal dagsskrá og tey fullfíggjaðu uppskotini, og somuleiðis fyri vanliga aðalfundin, ársroknskapur við grannskoðaraátekningum, verða løgd fyri limirnar á høvuðsskrivstovu felagsins.

Limir kunna nú sostatt venda sær til høvuðsskrivstovu felagsins í Tórshavn at kunna seg við hesi viðurskifti.

 

Tú kann fráboðað luttøku á aðalfundinum her: Aðalfundarluttøka
Andrass Skaalum - Tel. 28 78 70 - andras_s@olivant.fo