A

Nýt valmøguleikan !

Andrass Skaalum Valevni til Umboðsráðið 2016Andrass Skaalum :  Valevni til Umboðsráðið 2016

Nýt valmøguleikan !

Hevur tú ella virki títt trygging hjá “Tryggingarfelagið Føroyar” pr. 01. januar í ár, kemur atkvøðuseðilin í postinum og tú kann atkvøða til umboðsráðið.

“Sjáldan fast tað í lag, ið kemur í drag”, tí er umráðandi at fáa hetta avgreitt beinan vegin.
Nýt valmøguleikan at greiða atkvøðu til umboðsráðið, lat ikki møguleikan fara aftur við borðinum.

Eg eri valevni og biðji um tín stuðul at verða valdur í Umboðsráðið.

Eg vil virka fyri at hurðar verða lætnar enn meira upp, so tryggingartakarin fær betur innlit og kann fylgja við, hvat hendir í okkara feløgum.

Høvuðsmálini eg vil arbeiða við eru í stuttum hesi:
• Betri gjøgnumskygni so man kann fylgja við.
• Vísa virðing fyri fakið, kunda og starvsfólki.
• At kapping er á tryggingarmarknaðinum.
• At vit javnan dagføra dugnaskap okkara.
• At smærri íleggjarar fáa arbeiðsfrið.
• At virksemið kemur føroyska samfelagnum tilgóðar.
• At umsita ognir við dugnaskapi og virðing.
 
Ognararnar eiga til eina og hvørja tíð, lætt og ómakaleyst, at hava atgongd til kunning um hvat hendir í ognarfelagnum, hvør íløgupolitikkurin er, hvar peningurin er plaseraður og við hvørjum atliti v.m..

Sum er, tykist mær ognarfelagið heldur afturlatið og tørvur er framvegis á at lata upp hurðar fyri ognarunum.

Eg vil við hesum enn einaferð biðja um tín stuðul til Umboðsráðsvalið :)


Blíðar heilsur
Andrass Skaalum            mob: 287870           t-bræv: andras_s@olivant.fo
Velbastavegur 42
FO-100 Tórshavn

                                       * * * *   OPINLEIKI  ER  TÍN  BESTA  TRYGGING   * * * *
Andrass Skaalum - Tel. 28 78 70 - andras_s@olivant.fo