Skriva 12/02-2014

Á vallistanum eru fólk, ið vilja opinleika, so um tú vil fremja opinleika, kann tú ger mun, við at velja fólk inn, sum í verki vilja arbeiða fyri betri opinleika..
Ognarfelag Tryggingartakaranna
TF-Holding er væl fyri fíggjarliga og spælir ein stóran leiklut í menningini av Føroyska samfelagnum. Umráðandi er at hesin stóri leikarin í Føroyska samfelagnum ikki snávar, tí tað vil gera ómetaligan skaða og fáa stórar negativar ávirkanir í samfelagnum.
Avgerandi spurningurin er, hvussu vit kunnu gera felagið enn betri og langtíðar tryggja virksemið hjá felagnum, til gagns fyri Føroyar.
Besta trygd fyri reiðiligheit er opinleiki og kunning, tí er hesin spurningur avgerandi fyri at framtíðartryggja ognirnar hjá tryggingartakarunum.
Størri opinleikin er, minni gerst møguleikin fyri skuggaspæli í vina og kenninga politikki.
Tryggingartakarin eigur felagið og veit vanliga ikki nógv um, hvussu felagið ítøkiliga arbeiðir við peninginum hjá eigarunum.
Umboðsráðið er evsta vald í felagnum, men veit eftir mínum tykki ikki nóg mikið um hesi viðurskifti, av tí at kunningin í stóran mun er avmarkað til tað, sum roknskaparlógin tilskilar.
Umboðsráðið
Eg eri limur í Umboðsráðnum og haldi at ávirkanin hjá Umboðsráðnum verður skerd av, at kunningin er ov lítil, Umboðsráðið er í ov stóran mun tað blinda eygað hjá tryggingartakarunum, vegna væntandi opinleika.
Í Umboðsráðnum eru fleiri, sum vilja virka fyri størri opinleika, okkum tørvar tó fleiri, til tess at lyfta uppgávuna.
Her er tørvur á bata, og tað gerst best við at velja fólk í Umboðsráðið, sum í verki vilja virka fyri størri opinleika í felagnum.
Spyrji endiliga valevnini, um tey vilja virkað fyri størri opinleika í felagnum.
Sjálvur standi eg ikki fyri væli hesaferð, men heilsi øllum kreftum vælkomnum, ið veruliga vilja virka fyri menning, opinleika og dynamikki.
Gott Umboðsráðsval :)
Andrass Skaalum
Tórshavn, tann 12. februar 2014