A

Sjálvfylgiligt !

Skriva 28/04-2012

Loksins hevur Aðalfundurin í Ognarfelag Tryggingartakranna samtykt, at atkvøðuselarnir til komandi Umboðráðsval verða sendir øllum tryggingartakarum.

Tilgongdin til hesa avgerð hevur verið nakað drúgv, nógv hevur verið tosa, nakað hevur verið skriva, men nú kom so handlingini og endaliga avgerðin.

Á aðalfundinum í fjør var stórur meiriluti fyri at senda atkvøðuseðlarnar út, menn uppskotið kom ikki ígjøgnum, av tí at hetta er ein lógarbroyting, og tá krevst ein meiriluta á ¾ av atkvøðunum, fyri at uppskotið skal vinna frama. Tískil kundi ein lítil minniluti blokeraði málið í 2011.

Tann 28. desember 2011 legði eg enn einaferð fram uppskot til aðalfundin um, at atkvøðuseðlarnir skulu sendast út til limirnar og boðaði frá, at uppskotið verður lagt fram á hvørjum komandi aðalfundum, um neyðugt.

Tann 30. januar 2012 leggur Jóhan Petersen eisini fram uppskot um tað sama.

Tann 30. mars 2012 leggur Jan Muller so eisini fram uppskot um tað sama.
 
Upp til sjálvan aðalfundin valdu vit báðir, Jóhan Petersen, at taka okkara uppskot aftur, fyri at savnað okkum um eitt uppskot, heldur enn at hava fleiri atkvøðugreiðslur um sama evni á aðalfundinum.
 
Hetta uppskot vann so loksins frama við 33 ja og 2 nei atkvøðum.

Eftirskift:  At Jan Muller so í sjálvdrátti hevði sín egna blaðmann kláran, og royndi at prýða seg við læntum fjaðrum, at skorða nøkur bílig poeng, er ein onnur søga, ið vit kanska venda aftur til seinni ).

Batnandi opinleiki

Seinasta árið hevur verið tilgongd við batnandi opinleika.

Heimasíðan hjá Tryggingini hevur nú fleiri upplýsingar, m.a. um samsýningar til nevnd og umboðsráðslimir - her er leinkjan: (hygg undir "Skipan og samsýningar")

http://tfholding.fo/Nevndir/samsyningar/ .

Aðalfundir og Umboðsráðsval vera betur lýst í fjølmiðlunum nú enn áður, og møguleiki er nú eisini fyri at tekna seg beinleiðis til aðalfundin, umvegis heimasíðuna.

Framløðan frá eyka aðalfundinum í februar er eisini at finna á netinum, á hesi leinkju: http://www.google.com/url?sa=t&rct=j&q=2011+%C3%A1+A%C3%B0alfundinum+ognarfelag+16+7&source=web&cd=19&ved=0CEgQFjAIOAo&url=https%3A%2F%2Fwww.trygging.fo%2FGlobal%2FFraml%25C3%25B8ga%2520til%2520eykaa%25C3%25B0alfund%25202012%2520endaliga.ppt&ei=wjmcT4XbAue_0QXDv5HzDg&usg=AFQjCNEASBgbPV9UKv9HFDauNMb7biOWiQ

Haldi tað er skilagott at gongdin er mót størri opinleika og vóni hon heldur fram.

Ynskiligt er, at henda gongdin heldur fram á tveimum økjum.

  • Opinleiki fyri ognarunum (tryggingartrakarunum), har felagi kunnar og samskiftir við ánararnar.
  • Opinleiki fyri umboðsráðnum, har nevndin kunnar ráðið, so tað kann virka við enn størri bakgrundsvitan.

So fare – so good  :)

Andrass Skaalum - Tel. 28 78 70 - andras_s@olivant.fo