A

Skriva 27/02-2010
Takk fyri álitið
 

Eg vil fegin takka tykkum mongu, sum góðu mær høvið at gerast limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna.

 

Eg fari at virka fyri teim málum eg havi fráboðað og eru høvuðsmálini opinleiki, kapping og virðing.

 

Tann 28. januar, beint undan evstamarki fyri uppstilling, avgjørdi eg at bjóða meg fram til umboðsráðsvalið og 25 tímar seinni var seðil við uppstilling latin inn. Fleiri av valevnunum høvdu tá leingi fiska og rikið veljarar, so greitt var at avbjóðingin hjá mær at verða valdur fór at verða stór.

 

Tá eg setti meg í samband við fyritøkur, ið høvdu 10 atkvøður at ráða yvir, vísti tað seg eisini, at hesar longu vóru umbidnar og játtaðar ávísum valevnum.

Av valdu umboðunum eri eg tískil sannlíkt tann, ið hevur flest 1’ara atkvøður og harvið flestu tryggingartakararnar aftanfyri mandati.

 

Á heimasíðu míni komið eg at kunna um virksemið í Umboðsráðnum og Ognarfelag Tryggingartakaranna, heimasíðan kemur eisini at verða broytt so hon betur passa til endamálið.

 

Enn einaferð stóra tøkk fyri álitið.

 

Fylg framyvir við á hesi heimasíðu.

 
Les valúrslitið og um hvør er í umboðsráðið her : Umboðsráðið 2010
Andrass Skaalum - Tel. 28 78 70 - andras_s@olivant.fo