A

TRYGGING OG VINNINGSBÝTI ?

Dagur 02. februar 2017 - 
Andrass Skaalum, Limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna.


Ávaring um, hvussu tilráðing kann gerast sjálv maktin.
Skal Tilráðingarbólkur inn í myndina, má hann ikki sleppa at taka maktina.

At kyrra forvitni og fyrispurningar frá limum í umboðsráðnum, verður í heilum víst til tagnarskyldu hjá nevndum - til tíðir út um tað rímiliga.
Løgfrøði vegleiðari samanber so skipanina í Ognarfelagnum við fótbóltsfeløg og vísir á, at “fornemmasta uppgávan hjá umboðsráðnum er at velja nevnd”.

Henda “fornemmasta uppgáva” og leikluturin hjá umboðsráðnum er vorðin alt meira amputerað við virkisháttinum hjá tilráðingarbólki, sum er settur av umboðsráðnum sjálvum, at gera instilling, millum tey uppstillaðu, til nevndarvalið í Ognarfelag Tryggingartakaranna.
Uppstilling av valevnum er áður farin fram í umboðsráðnum, hesin partur er farin at halta av álvara.

Tað, sum hendir er, at tilráðingarbókurin sjálvur fer út at leita eftir “sínum” valevnum og skal so gera innstilling við tilmæli um, hvør skal veljast.
Hvørji valevnið halda tit so hava besta møguleika at verða innstillað ? – sannlíkt tey, ið tilráðingarbólkurin sjálvur “finnur”.

Henda uppsøkjan og innstilling av valevnum hjá tilráðingarbólkinum, hevur gjørt tilráðingarbókin til ein stat í statinum.

Tilráðingarbólkurin er um at fáa sítt egna lív og at yvirtaka uppstillingar-tilgongdina frá umboðsráðnum, nú væntar so bert at diktera umboðsráðnum, hvussu tey skulu velja - at tey skulu gera eftir innstillingini hjá tilráðingarbókinum – so er “statskvettið” fullkomið.

Hetta til almenna kunning og ávaring, um hvussu ein tilráðing kann gerast sjálv maktin.

Tilráðingarbólkar eiga ikki sjálvir at stilla upp valevni, fyri síðan gera tilmæli.
Tilmæli eiga at verða grundað á valevnir, ið onnur stilla upp.

Skal tilráðingarbólkur vera inni í myndini, er umráðandi at reglur um heimildir og mannagongdir eru púra greiðar.
Her má galdandi regla verða, at allar heimildir er niðurfeldar og nágreinaðar - tað, ið ikki beinleiðis er orðað sum heimild ER IKKI HEIMILD.

** Opinleiki er tín besta trygging **

Tórshavn, tann 02. februar 2017
Andrass Skaalum
Limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna.
Dagur 09. desember 2015

Eykaaðalfundur verður í Ognarfelag Tryggingartakaranna nú fríggjadagin 11/12-2015, kl. 17:30 á Hotel Føroyum.

Á skránni eru broytingar í viðtøkum, so møguligt skal verða at luta út pening til ognarar.

Verða broytingarnar samtyktar, skal nevndin gera reglur fyri hvussu útlutan kann fara fram.

Seinasta freist at tekna teg til eykaaðalfundin er í dag 09/12-2015, tú kann tekna teg á hesi leinkju áðrenn midnátt : http://www.bricksite.com/andrass/aalfundurin
Tú kann eisini senda teldupost beinleiðis til tfholding@tfholding.fo áðrenn midnátt.

IKKI ÓKENT
Í sínámillum tryggingarfeløgum er ikki ókent at gjalda av yvirskoti til limir.
Í 2006 hevði Læreranstandens Brandforsikring í Danmark eitt gott rakstrarúrslit, tá guldu teir limunum “en særlig bonus” í 2007.
Fleiri feløg hava eftirhondini eina fasta skipan við útgjaldi til ánarar (tryggingartakarar).

Gjensidige í Noregi : “Kundeutbytte”
“I Gjensidige deler kundene fremdeles både risiko og eierskap, og for noen år siden kom vi frem til at kundene skulle få en direkte andel av overskuddet .”
Eitt av kravinum í Gensidige er, at kundin “Har et norsk offentlig nummer (fødselsnummer eller D-nummer) registrert i Gjensidige”

(Leinkja við nærri kunning: https://www.gjensidige.no/privat/kundefordeler/kundeutbytte/hvorfor-kundeutbytte)

Tryg í Danmark: “Bonus”
Som forsikringstager i Tryg med bopæl eller fast hjemsted i Danmark er du automatisk medlem af TryghedsGruppen og har derfor mulighed for at få udbetalt bonus.
Bonussen forventes at være i størrelsesordenen 5-8 % af din indbetalte forsikringspræmie til Tryg.

Den endelige beslutning om bonus i 2016 træffes af TryghedsGruppens repræsentantskab den 14. marts 2016.
(Leinkja við nærri kunning: https://www.tryghedsgruppen.dk/bonus/om,-,medlemsbonus )

Eykaaðalfundur í Ognarfelag Tryggingartakaranna
Sjá inkallingin til eykaaðalfundin á hesi leinkju: http://tfholding.fo/globalassets/oyoubloo/ott_eykaadalfundur_125x171-des.-2015.pdf

Tekna teg til aðalfundin áðrenn á midnátt á hesi leinkju : http://www.bricksite.com/andrass/aalfundurin

                                     ** Opinleiki er tín besta trygging **
Andrass Skaalum - Tel. 28 78 70 - andras_s@olivant.fo