Virðing fyri kunda og starvsfólki
Dagur 17. februar 2010
Tryggingin eigur at seta sær sum mál, at hava nøgdar kundar og nøgd starvsfólk, fyri á tann hátt at skapa sær fyrimun í kappingini um kundan.
At vísa virðing fyri kunda og starvsfólkum má verða ein sjálvfylgja og nakað man brúkar kreftir uppá. Tryggingin er ein tænastuveitari, har kundar og starvsfólk eigur lívið í fyritøkuni.
Sálarfrøðingar vísa á, at fólk við pengum og makt, kenna seg sum super menniskju, í halda seg saktans kunna velja onnur menniskju frá, tí teim tørvar tey ikki.
Øll eru vit skapt í Guðs bílæti og eru komin líkað nakin inn í henda heim, vit hava øll rætt til at verða vird og at uppliva eina virðiliga viðferð.
At virka fyri hesum, er tørvur við jøvnum millumbilum á, at gera nøgdsemis kanning millum viðskiftafólk og starvsfólk hjá tryggingini.
Skilagott er helst at skipa ein óvildugan instans, ið kann fylgja upp uppá hesar kanningar, sum kann gera stakroyndir og viðgerða møguligar kærur frá viðskiftafólkumn og starvsfólkum á hesum øki.
Valið til umboðsráði fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna heldur fram hesa vikuna, har eg eri valevni.
Eg vil í positivum anda virka fyri eini málrættaðari og skilagóðari tilgongd, at skapað vinnarar heldur enn taparar, tað kemur í longdini at gagna øllum pørtum - eisini fyritøkuni.
Høvuðsmálini eg vil arbeiða við eru í stuttum hesi:•
- Betri gjøgnumskygni so man kann fylgja við.
- Vísa virðing fyri fakið, kunda og starvsfólki.
- At kapping er á tryggingarmarknaðinum.
- At vit javnan dagføra dugnaskap okkara.
- At smærri íleggjarar fáa arbeiðsfrið.
- At virksemið kemur føroyska samfelagnum tilgóðar.
- At umsita ognir við dugnaskapi og virðing.
Lesa meir um høvuðsmálini á : http://www.bricksite.com/andrass/heim
Kann tú velja ?
Hevur tú ella virki títt onkra trygging hjá “Tryggingarfelagið Føroyar” pr. 01. januar í ár, kann tú atkvøða til umboðsráðið.
Atkvøðuseðilin kemur ikki av sær sjálvum, tú skal biðja um at fáa hann sendandi, fyri at tú kann atkvøða.
( Eftirskift: Á aðalfundi 27. apríl 2012 var avgjørdi, at atkvøðuseðlar skuldu sendast til allar limir, uttan at neyðugt var at biðja um tað. Fyrsta valið við hesi skipan var í februar 2014.
Tá eg var valdur umboðsráðslimur í 2010, var hetta eitt av hjartamálum minum at fáa framt).
Atkvøðuseðilin kann umbiðjast á telefon 345600, á t-bræv umbodsradsval@trygging.fo, fax 345604 ella við at fara inn eina av deildunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Atkvøðuseðilin kann eisini umbiðjast beinleiðis á hesi leinkju: http://www.bricksite.com/andrass/heim
“Sjáldan fast tað í lag, ið kemur í drag”, tí er umráðandi at fáa hetta avgreitt beinan vegin.
Eg vil við hesum biðja um tín stuðul til Umboðsráðsvalið J