Bíleggingar / Leigutúrar

Leigutúrar

Tað er møguligt at gera leigutúrar við segl/skúlaskipinum “Dragin”. Tit kunnu sleppa at royna tykkum. Tit kunnu seta segl, stýra og – um byrðurin er góður so merkja tit, hvussu skútan brýtur seg fram gjøgnum sjógvin. Tit kunnu njóta friðin og føroysku náttúruna, havið, oyggjarnar, bjørgini og fuglarnar. Tit kunnu eisini hava tráðu við sjálvi, (vit hava nakrar umborð) og vit kunnu leggja stilt at fiska eina løtu. Tit kunnu sjálvi hava mat við, ella til bíleggja hann frá okkara kokki, og soleiðis njóta eina góða máltíð í hugnaligu salónini ella á dekkinum.

 

Leigutúrar, sum t.d:

 

Ferðafólkabólkar

Starvsfólkaútferðir

Ymiskir  felagsskapir

Familjuútferðir

Privat-túrar

Móttøka/fundir

Fiskitúrar

Skúlaflokkar

 
Prísur: 2000 kr. pr. tíma

Bílegging á telefon: 256173 ella teldupost: k.gardarnar@gmail.com

            

Matur til túrin kann bíleggjast frá okkara kokki á tlf: 458484                     

Kári millum Garðarnar