Felagið / Yrkismál / Bókasavnsgjald

Bókasavnsgjald

Bókasavnsgjaldið er eitt viðurlag, sum landið letur føroyskum høvundum fyri at hava bøkur teirra tøkar á føroysku bókasøvnunum.

Lóg um bókasøvn

Grundarlagið fyri bókasavnsgjaldið finnast í løgtingslógini um bókasøvn, Lóg nr. 79 frá 8. mai 2001. Lógin ásetir millum annað:
 
§ 21. Bókastovan er deild í Landsbókasavninum, sum undir leiðslu av deildarleiðara við ábyrgd mótvegis landsbókavørðinum, skal:
 
1) við serligum atliti at føroyskum viðurskiftum samskipa keypið av bókum og øðrum tilfari til fólka- og skúlabókasøvnini og, um tørvur er á tí, eisini til onnur bókasøvn,

2) fyrireika, binda inn og greiða hetta tilfar til bókasøvnini,

3) fremja upplýsandi tiltøk um bókasavnstilfar,

4) skipa fyri skeiðsvirksemi og eftirútbúgving fyri starvsfólk í bókasøvnunum og

5) skipa fyri árliga býtinum av bókasavnsgjaldinum, sum verður játtað á løgtingsfíggjarlógini. Bókasavnsgjaldið verður at býta til føroyskar rithøvundar og týðarar, hvørs bøkur/týðingar eru til taks í nevndu bókasøvnum, og til myndlistafólk, tá myndir eru í minsta lagi 40% av bókini. Eftirlivandi hjúnafelagi varðveitir rættin til bókasavnsgjald.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir reglur um býtið av bókasavnsgjaldinum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir nærri reglur um samstarv millum Landsbókasavnið og onnur søvn á mentanarøkinum, tá ið tað snýr seg um eitt nú innbinding, konservering og umvæling av tilfari.
 

Reglugerð

Reglugerð fyri býtið av bókasavnsgjaldinum ásetir, hvussu játtanin til endamálið skal býtast.
 
Galdandi reglugerð er frá 15. juli 2003.
 
Ein arbeiðsbólkur hevur síðan februar 2018 arbeitt fyri at dagføra reglugerðina. Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri:
 
- Mentamálaráðið
- Nám
- Landsbókasavnið
- Rithøvundafelag Føroya
 

Altjóða netverk

Danmark var fyrsta landið, ið setti skipanin við bókasavnsgjald í verk. Tað var í 1946. Síðan fylgdi Norra (1947) og Svøriki (1954) og í dag hava nógv lond kring heimin líknandi skipanir.
 
Rithøvundafelag Føroya er part av altjóða netverkinum fyri lond við bókasavnsgjald; Public Lending Rights International.
Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn