Felagiš / Formansfrįgreišingar / Formansfrįgreišing 2003

Formansfrįgreišing 2003

 
Formansfrágreiðing til aðalfundin 2003
 
Limatal
Síðani seinasta aðalfund eru tveir limir farnir. Einar Petersen var fjølbroyttur maður, sjómaður, sjónleikari og rithøvundurin, sum skrivaði fyrstu føroysku krimisøguna. Hans Jacob Debes var kendur og virdur søgumaður, sum skrivaði fjøld av týðandi søguligum greinum og verkum á góðum, stundum skaldabornum føroyskum máli.
 
Fleiri nýggir limir hava teknað seg í farna árinum, og er limatalið nú 99.
 
Nevndin
Nevndin helt fram við Gunnari Hoydal sum formanni. Næstformaður er Lydia Didriksen. skrivari Heðin M. Klein, kassameistari Zakarias Wang, nevndarlimur Carl Jóhan Jensen. Tiltakslimir eru Malan Marnersdóttir og Bergtóra Hanusardóttir.
 
Umboð í nevndum og grunnum
Umboð felagsins í M.A.Jacobsen nevndini er Gunnar Hoydal.
Umboð í málnevndini er Ebba Hentze. Heðin M. Klein er varaumboð. Tey bæði eru eisini umboð felagsins í ávikavist sjónvarpsnevndini og útvarpsnevndini.
Umboð í Fjølriti: Sigmund Poulsen, formaður í starvsnevndini, og Gunnar Hoydal, formaður í umboðsráðnum.
Umboð í LISA, Listafólkasambandi Føroya: Carl Jóhan Jensen og Oddfríður Marni Rasmussen, formaður í starvsnevndini.
Føroyska nevndin, sum ger tilmæli til norðurlendsku bókmentavirðislønina: Turið Sigurðardóttir, Guðrun Gaard og Bergur D. Hansen.
Umboð í Nordbok, norðurlendsku bókmenta- og bókasavnsnevndini: Martin Næs og Guðrun Gaard.
Umboð í ráðið fyri Listastevnu Føroya: Carl Jóhan Jensen.
 
Limatiltøk
Í sambandi við Listastevnuna 2002 vitjaði amerikanska skaldið Ron Padgett í Føroyum. Felagið skipaði 15. august fyri limafundi í Rasmusarstovu á háskúlanum, har hann greiddi frá sínum starvi sum rithøvundur og legði serligan dent á tað arbeiðið, sum rithøvundar í USA gera í skúlunum fyri at vekja hug og menna gávur hjá børnum fyri skaldskapi. Hann svaraði spurningum og segði frá amerikonskum skaldskapi í nýggjari tíð.
 
Jens Pauli Heinesen, fylti 70 ár tann 10. november, og í samstarvi við Landsbókasavnið varð skipað fyri hátíðarhaldi á bókasavninum við framsýning, upplestri og røðum. Tiltakið var væl vitjað, og eini 130 fólk vóru hjástødd. Vegna felagið helt Heðin M. Klein røðu fyri heiðurslimi felagsins.
 
1. desember skipaði felagið fyri bókadegi í Norðurlandahúsinum. Eins og gjørt varð árið fyri, varð tiltakið skipað við bókakafé, har høvi var at hitta høvundar og tosa við teir. Fyrsta vika í desember tykist at vera rætta tíðin fyri slíkum tiltaki, og væl av fólki varð komið niðan hendan seinnapartin, eini 150 tá ið mest var inni í senn. Upplestur var í tveimum støðum, í klingruni og í forhøllini, og tey sum lósu vóru Astrid MacDonald, Sólrun Michelsen, Niels Uni Dam og Steinbjørn B. Jacobsen. Í forhøllini vóru eisini tær skipaðu samrøðurnar á palli. Ingrid Sondum hevði samrøðu við systkyni Elina og Axel Mortensen, og Vár í Ólavstovu hevði samrøðu við Jóanes Nielsen. Bókasølan stóð fyri framsýning og sølu av nýkomnu bókunum, og saman við Bókasøluni var frammanundan skipað fyri lýsingum í bløðunum.
 
Orðið í Norðri varð tiltak, hildið tann 9. februar, har nøkur teirra, ið vóru í uppskoti til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, vitjaðu í Føroyum og lósu upp í Norðurlanda-húsinum: Morten Søndergaard, Liv Kølzov, Pirjo Hassinen, Jørgen Norheim og Hanus Kamban. Birgir Kruse var samskipari og hevði samrøður við rithøvundarnar. Tiltakið varð útvarpað beinleiðis. Felagið skipaði fyri samkomu í Pætursarstovu í sambandi við vitjanina.
 
Heimasíðan
Heimasíðan www.rit.fo varð latin alment upp á bókadegnum, og fólk høvdu høvi at leita eftir tilfari um limir felagsins. Heimasíðan er skipað við einum yvirliti á føroyskum og enskum um føroyskar bókmentir og nøkur høvuðsnøvn í bókmentasøgu okkara. Høvuðsparturin er kortini um felagið sjálvt, viðtøkurnar og limir felagsins. Eins og í rithøvundabókini frá 1995 eru tað limirnir sjálvir, sum hava skrivað og standa við ábyrgdini av tekstinum um seg sjálvar. Nevndin ásannar, at tað hevur ikki verið heilt lætt at fáa dagført tilfar um allar limirnar. Í teimum førum, har tað ikki hevur borið til, eru greinirnar í rithøvundabókini settar inn óbroyttar. At heimasíðan nú er tikin í nýtslu hevur havt við sær, at rættiliga nógv hava vitjað, og fleiri eru komin við viðmerkingum og uppskotum. Yvirhøvur hevur heimasíðan fingið góða móttøku, og afturat kemur, at fleiri limir síðani hava fingið upp í lag at senda inn sínar greinir. Men enn restar í, og í summum førum heva verið trupulleikar av tøkniligum slag. Heimasíðan skal røkjast og dagførast, og teldubrøv skulu svarast, so í so máta er síðan ein livandi vera, ið fer at krevja sítt í frameftir.
 
Norðurlendska samstarvið
Ársfundurin í Norðurlanda Týðara- og Rithøvundaráðnum varð hesa ferð hildin í Havn í døgunum 24., 25. og 26. mai. Út ímóti hálthundrað rithøvundar og starvsfólk í feløgunum frá øllum norðurlondum høvdu boðað frá luttøku. Fundirnir kravdu munandi fyrireikingar, sum vórðu gjørdir saman við Kunningarstovuni og NBU, norska felagnum fyri barna- og ungdómshøvundar. Eitt høvuðsevni á fundunum var støðan hjá bókini í alheimsgerðini á fjølmiðlamarknaðinum, har færri og færri fyritøkur fá meira og meira vald til at avgera, hvat verður givið út, og har minni er talan um mál og mentan enn um fíggjarligan vinning. Samsýningar til rithøvundar, málini um tøkni og talgilding, og spurningarnir um upphavsrætt í hesum sambandi vórðu eisini viðgjørd. Fundirnir vóru hildnir í Norðurlandahúsinum og á Hotel Eiði. Umframt fundir vóru útferðir og bókmentalig gonguferð um gamla býin í Havn. Tórshavnar býráð tók ímóti í Müllers Pakkhúsi, og Mentamálaráðið bjóðaði nátturða á Hotel Føroyum.
 
Norðurlendskt skeið fyri fólk, sum týða íslendska bókmentir til onnur mál, var hildið í Reykjavík í døgunum 12. - 16. september. Carl Jóhan Jensen var við á skeiðinum.
 
Bókasavnslógin
Játtanin til bókasavnsgjald er hækkað eftir nýggju bókasavnslógini, men enn eru bøkurnar á landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð ikki roknaðar við í samlaða talið. Landsbókasavnið vónar, at hetta verður gjørt komandi ár, og at peningur verður játtaður á næstu fíggjarløgtingslóg. Felagið hevur gjørt vart við, at bókasøvinini á vinnu- og miðnámsskúlunum eiga eisini at koma undir bókasavnsgjaldið.
 
Ljóðbøkur
Upp í talið av bókum á bókasøvnum verða nú eisini ljóðbøkurnar taldar. Í sambandi við ljóðbøkurnar er at nevna, at ljóðbókanevndin hevur góðkent, at rithøvundurin fær somu samsýning sum upplesarin, 10 kr. fyri hvønn lisnan minutt.
 
Lóg um upphavsrætt
Støðan er framvegis tann óhepna og óskiljandi, at danska lógin varð sett í gildi uttan at broyta umsitingarliga partin, soleiðis sum føroyski rættindafelagsskapurin hevði mælt tinginum til. Sostatt er danska felagið Copy-Dan sett at umsita inngjaldingarnar til føroysku rættindaeigararnar og ikki Fjølrit, sum er skipað til at kunna taka hetta upp á seg. Nevndin heitti síðani á myndugleikarnar um ikki at lýsa lógina, fyrr enn ein nøktandi avtala var fingin við Copy-Dan, men til fánýtis. Í samgonguskjalinum, sum varð skrivað, tá ið nýtt landsstýri tók við á sumri 2002, stendur, hevur samgongan sett sær fyri, at upphavsrætturin skal verða yvirtikin í hesum landsstýrisskeiði. Tann 3. oktober hevði nevndin saman við Fjølriti fund við Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinnu, um málið. Orðaskiftið var opið, og báðir partar vóru áhugaðir at fremja yvirtøkuna so skjótt sum til bar. Avtalað varð, at Sigmund Poulsen og løgfrøðingur í mentamálaráðnum skuldu seta seg saman og orða eitt upprit til landsstýrismannin at taka støðu til. Síðani er einki ítøkiligt frætt frá ráðnum. Upplýst er, at ráðið ætlar at lýsa eftir fólki, sum burturav skal taka sær av málinum, herundir at fyrireika innkrevjingina av nýtslugjøldunum. Fjølrit hevur mótmælt og gjørt vart við, at tað eru upphavsrættindaeigararnar, sum hava allan rættin til gjøldini og skulu umsita tey gjøgnum sín egna felagsskap.
 
Í sambandi við málið hevur fundur verið við LISA. Feløgini, sum hava limir í KODA, vilja varðveita verandi skipan, men rithøvundafelagið hevur ávarað ímóti at fáa spjaðing millum eigarar av upphavsrættindum, og heldur í felag, gjøgnum Fjølrit, at fáa góðar avtalur við KODA og Copy-Dan, tá ið upphavsrætturin er yvirtikin.
 
Mentanarálitið
Á fundinum við mentamálaráðið var eisini tosað um mentanarálitið og spurt, hvussu gekst við at fremja tær ætlanir, sum har eru settar á blað. Men lítið tykist at verða hent í so máta, og tíðarætlanirnar, sum har eru skotnar upp, verða ikki fylgdar. Sostatt eru tey ymisku, heldur ivasomu ráðini heldur ikki sett. Tó er at nevna, at játtanin til Mentanargrunn Landsins er hækkað, og áhugin fyri at søkja um starvslønir er í stórum vøkstri. Seinast vóru 89 umsóknir, og 205 mánarlønir vórðu játtaðar. Tey smáu bókaførløgini hava ikki fingið betri sømdir, og kanska var tað hetta sum gjørdi, at merkiliga lítið av óbundnum skaldskapi kom í bók í farna ári.
 
Útvarpssáttmálin
Nevndin hevur havt fleiri fundir við leiðsluna í útvarpinum um nýggjan sáttmála. Útvarpið tykist at vera sinnað at hækka samsýningarnar við 10 prosentum, soleiðis sum felagið hevur skotið upp, men vísir framhaldandi á íslendska útvarps- og sjónvarpssáttmálan og á teir sáttmálar, sum eru fyri lokalar útvarpsstøðir aðrastaðni, til dømis á Bornholm. Skulu gjøldini hækka, krevur útvarpið tí, at tað fær rætt til at endursenda upptøkur uttan at skula gjalda fyri tað av nýggjum. Harumframt sigur útvarpið, at tað er nógv ov kostnaðarmikið at senda bundnan skaldskap, og er hetta grundin til, at so lítið er at hoyra av yrkingum í føroyska útvarpinum, eitt mál, sum felagið hevur funnist at á hvørjum fundi og í fleiri ár. Tað kann her nevnast, at felagið skeyt upp til komandi listastevnu at hava Dagsins Listaljóð ella eina yrking at varpa út fyri hvønn dagið, ið listastevnan er. Hetta hevur útvarpið tikið undir við, og listastevnan hevur lýst til kapping um hetta.
 
Annað mál, felagið hevur havt við útvarpið, er kæra frá limi, sum hevur gjørt samrøðusendingar, ið síðani vóru endursendar uttan fráboðan og uttan gjald. Hetta eru sendingar, sum ikki koma inn undir sáttmálan hjá felagnum, og er málið tí sent Fjølriti at viðgera sum upphavsrættindamál.
 
Niðurløga
Árið hevur verið í so friðarligt fyri føroyskar rithøvundar og føroyskar bókmentir. Bókaframleiðslan hevur verið á einari leið, men nýroyndir í til dømis fagurbókmentum hava verið fáar. Sjónleikur tykist at gerast alt meira áhugaverdur og avbjóðandi, og kanska kemur tað talaða ella framborna orðið aftur, eisini í sangi og nýskrivaðum tónleiki. Ummæli hava verið á dagsskránni í orðaskiftinum, men langt er eftir, til vit fáa eitt veruligt kjakumhvørvi í listaligum viðurskiftum.
 
Kanska er tað hetta umhvørvið, ið trýtur okkum mest, sum støðan nú er.
 
Mars 2003
 
Gunnar Hoydal, form.
Rithųvundafelag Fųroya | Undir Pisuvarša 2, FO-100 Tórshavn