Tórshavn tann 28. mars 2011
Limir
Felag okkara hevur nú 116 limir. Fleiri nýggir limir eru komnir hetta seinasta árið, men tíverri eru tríggir av limum okkara eisini farnir, Andrias Guttormur Djurhuus andaðist í fjør, Viggo Olsen í januar og heiðurslimur okkara Axel Torgarð fór sum kunnugt til jarðar í gjár.
Nevndin
Nevndin hevur síðani síðsta aðalfund havt 9 fundir.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis: Rakel Helmsdal, forkvinna, Malan Poulsen, næstformaður, Sólgerð Andreassen, skrivari, Zakarias Wang, kassameistari og Carl Johan Jensen, nevndarlimur. Frá oktober hevur Turið Sigurðardóttir siti í nevndini fyri Sólgerð Andreassen.
Umboð í nevndum og grunnum
Rithøvundafelagið hevur umboð í hesum nevndum og grunnum:
Listafólkasamband Føroya (starvsnevnd: Oddfríður M. Rasmussen og umboðsráð: Carl Jóhan Jensen)
Fjølrit (starvsnevnd: Sigmund Poulsen og umboðsráð: Gunnar Hoydal)
M.A. Jacobsen-nevndin (Vár í Ólavsstovu)
Málnevndin (Heðin M. Klein)
Norðurlendska bókmentavirðislønin (føroyska tilmælisnevndin: Ann Ellefsen, Kinna Poulsen og Bergur D. Hansen)
Kulturkontakt Nord týðarastuðul (nevndin, ið viðger umsóknir: Heðin M. Klein, Guðrun Gaard)
Norðurlendska barnabókarithøvundafelagsskapin Regnhlíf (Marjun S. Kjelnæs og Dánjal Hoydal)
Verkætlanin Listaleypurin (Rakel Helmsdal og Arnbjørn Dalsgarð)
Bókmentaráðið hjá Kringvarpinum (Carl Johan Jensen og Arnbjørn Dalsgarð)
Nakrar av frágreiðingunum um virksemið í 2010 í hesum nevndum og grunnum eru lagdar við hesi formansfrágreiðing sum fylgiskjøl, og fleiri koma seinni, tá hetta verður lagt á heimasíðuna og sent limunum.
Limatiltøk
Eitt av stóru málunum, sum Rithøvundafelagið hevur tikið sær av í hesum farna árinum, eru Høvundakvøldini í Sirkus.
Annaðhvørt mikukvøld síðani september hava høvundar havt upplestur og frásøgn um verk síni millum kl. 20 og 21 í Sirkus í Vágsbotni. Staðið er stak væl egna, hugnaligt og passaliga stórt. Eini 30 áhoyrarar kunnu væl vera har, men eru færri, kenst ikki tómt. Kvøldini hava verið væl vitjaði.
Hjáløgd er frágreiðing um kvøldini.
Í mai var eitt tiltak fyri barna- og ungdómshøvundar og teknarar. Í 2009 var lógin fyri felagið broytt, so at bókateknarar nú eisini kundu verða limir í felagnum. Hetta limakvøldið skuldi leggja upp til at gera ein áhugabólk innanfyri felagið, ein bólkur har møguligt skuldi vera at hittast til prát og viðgerð av t.d. felags áhugamálum, viðkomandi evnum og framløgum og skipa fyri tiltøkum og skeiðum. Eisini var komið ásamt um, at aðrir áhugabólkar áttu at verið stovnaðir undir felagnum eftir tørvi. Enn eru tó ongir slíkir bólkar settir á stovn, men ætlanirnar eru ikki sleptar.
Bókadagurin 2010 var hesaferð í Miðlahúsinum og á Hvonn, tí Norðurlandahúsið tíverri var upptikið av sangleiki. Barnabókatiltak var í Miðalhúsinum, har Ingun Christiansen, Helle Thede Johansen og Rakel Helmsdal lósu úr nýggjum bókum og Janus á Húsagarði teknaði saman við børnunum.
Eftir hetta var upplestur av nýggjum bókmentum fyri vaksnari luttakaraskarða á Hvonn: Sigri Gaini, Hanus Kamban,Tóroddur Poulsen, Marjun S. Kjelnæs, Sonne Smith, Agnar Artuvertin antin lósu sjálvi, ella høvdu onnur at lesa fyri seg. Í Miðlahúsinum var tiltak við týðarum, har týðararnir Elin Henriksen, Marianna Hoydal og Carl Johan Jensen lósu úr og tosaðu um týðingar sínar.
Bókadagurin endaði við pallborðið í Miðlahúsinum. Evnið var: “Hví koma so fáar skaldsøgur á føroyskum og hví hevur tað týdning at fleiri koma?” Í pallborðinum sótu Marna Jacobsen, Carl Johan Jensen, Turið Sigurðardóttir og Bergur D. Hansen og Anna Ellingsgaard. Orðstýrari var Súni Merkisstein.
Rit & Rák hevði bókasølu í Miðlahúsinum.
Heilt fitt av fólkið var til øll tiltøkini, men kanska ikki heilt so nógv, sum tá tiltakið er í Norðurlandahúsinum. Avtala er longu gjørd við NLH um at hava Bókadagin 2011 har fyrst í november.
Kringvarpssáttmálin
Í 2009 gjørdi Rithøvundafelagið royndarsáttmála við Kringvarpið. Nú sáttmálin hevur verið galdandi í tað árið, sum avtalan var um, er tíð at endurskoða sáttmálan. Í sáttmálanum var gjørd avtala um, at Kringvarpið fyri eina fasta upphædd kann senda so nógv av føroyskum bókmentum, sum teimum lystir. Hendan upphæddin skal síðani býtast millum høvundarnar eftir einum fastum lykli, sum er bygdu á gamla sáttmálan (t.v.s. ein upphædd til upprunahøvundar og helvtarupphædd til týðarar. Hetta var gjørt fyri at fáa meiri av føroyskum bókmentum í kringvarpið, m.a. yrkingar, sum hava verið útihýstar í nógv harrans ár. Støðan áðrenn nýggja sáttmálan var tann, at minni og minni av bókmentum hevði verið sent seinastu árini, tí útvarpið støðugt hevur minkað hesa upphæddina seinastu árini. Í avtaluni var eisini sett hvussu nógv av hesum í mesta lagið mátti vera endursendingar í mun til nýinnlisnið tilfari og hvussu nógv av upprunatilfari og umsettum. Í samband við hendan nýggja sáttmálan var eisini sett eitt Bókmentaráð í Kringvarpinum, har Kringvarpið hevur tveir limir í ráðnum og Rithøvundafelagið tveir.
Nú hevur skipanin so koyrt í eitt ár og vit hava tikið nógv av hesum upp til umhugsunar.
Fyrst av øllum hevur tað verið ein stórur trupulleiki at fáa útgoldið peningin til høvundarnar. Kringvarpið tók rættiliga langa tíð at gjalda út peningin og koma við nøktandi upplýsingum um høvundarnar, og sætt at siga, vænta vit enn ein part av upplýsingunum, sum vit hava biðið Kringvarpið um á fáa í hesum sambandi. Ikki fyrr enn í hesum døgum verður peningurin útgoldin. Hetta er sjálvandi als ikki nøktandi, men kenn kortini roknast sum byrjanartrupulleikar og fer ikki at endurtaka seg, um hesin sáttmálin verður endurnýggjaður.
Eisini er tað greitt, at Rithøvundafelagið má gjalda út til aðrar enn limir sínar, tí bert ein helvt ella minni av lisnu tekstunum eru eftir limum í felagnum. Hetta er fyri so vítt í lagið, tí ein høvundur kann eftir lógum okkara ikki gerast limur, fyrr enn hann hevur givið út eina bók, og vit kunnu bert frøast um, at tekstir av nýggjum høvundum hava áhuga.
Ein annar trupulleiki, sum hevur stungið seg upp, er, at sáttmálin ikki tekur hædd fyri, at nakrir tekstir kunnu vera av føroyskum høvundum, men skrivaðar á øðrum málið. Tá hevur Útvarpið fyrr goldið bæði høvunda og týðara. Men um tekstirnir eru eftir útlendskum høvunda, men føroyskum týðara, so fær bert týðarin løn. Rithøvundafelagið skal fyri so vítt ikki taka støðu til hetta, tí vit hava ikki ábyrgd av at biðja um rættindini, tað er uppgáva Kringvarpsins, men tað er týdningarmikið, at hetta verður tilskilað í sáttmálanum, at Rithøvundafelagið bara hevur ábyrgdina av at býta peningin millum føroyskar høvundar og ikki av avtalum við høvundar.
Ein nýggj grein eigur at verða løgd afturat sáttmálanum viðv. elektroniskum tilfarið. Inntil fyrst í februar í ár, lá alt tilfarið, sum Kringvarpið setti á heimasíðuna úti í fleiri ár til øll at taka niður. T.v.s. at tekstir okkara vóru opnir hjá øllum at goyma á egnari teldu og geva víðari sum teimum lysti. Hetta fingu vit steðga, og hava avtalað, at í møguliga endurnýggjaða sáttmálanum skal standa, at ein tekstur ikki kann liggja longur úti enn 1 mánað eftir at hann er lisin, ella um tað er ein skaldsøga, so leingi sum skaldsøgan verður send.
Frá Kringvarpsins síðu er sáttmálin heldur ikki altíð vorðin hildin. Brot eru framd á hesar greinar:
Grein 3:
Miðast skal ímóti,
at 50% er upprunatilfar og 50% er umsett,
60% er nýinnlisið tilfar og 40% eru endursendingar.
Hetta procentbýti er ikki yvirhildið, heldur er tað nærum mótsett, at nógv meira er týtt tilfar enn upprunaføroyskt tilfar.
NýsentEndursentSum
Uppr.18%21%39%
Týtt56%5%61%
Sum74%26%100%
rein 4:
Høvundur/útgevari skal spyrjast áðrenn tilfar verður varpað út.
Nevndin hevur fingið at vita um minst eitt brot á hesa reglu, men møguliga eru tað fleiri, sum vit ikki hava hoyrt frá.
Viðv. grein 5, so hevur Bókmentaráðið bert havt ein innleiðandi fund fyri næstan einum ári síðani, og kann hetta ikki sigast at vera nøktandi.
Ein annar trupulleiki er, at tað ikki letur til, at hesin sáttmálin higartil hevur fingið fleiri føroyskar bókmentir í Kringvarpið og enn er ongin yrking lisin.
Komandi nevnd eigur at taka upp nýggjar samráðingar við Kringvarpið, har antin verður vent aftur til gamla sáttmálan, ella bøtt verður um royndarsáttmálan og avtala verður gjørd við Kringvarpið, har vit verða tryggjað, at sáttmálin verður hildin.
LISA umsitir útgaldið til høvundarnar.
Heimasíðan
Tíverri mugu vit síggja í eyguni, at heimasíða okkara enn er næstan óvirkin, og at lítið er hent á hesum økinum í ár. Men ljós er fyri framman. Ein av nýggju limum okkara hevur játtað at hjálpa við málinum, so vónandi verður ikki alt ov long tíð, fyrr enn felagið aftur hevur eina virkna heimasíðu.
Annað nevndararbeiði
Í 2009 legði nevndin ein vegleiðandi lista yvir prísir fyri høvundavitjanir á skúlum o.l. á heimasíðuna. Vit vita um, at fleiri høvundar hava havt gleði av at kunna vísa á hendan listan, tá teir hava vitjað skúlar, men vit vita eisini um høvundar, sum hava fingið avlýst sínar vitjanir, tí at skúlarnir ikki vilja gjalda veruliga løn fyri vitjanina. Av hesum hava vit í nevndini tosað um, at rætt hevði verið at fingið avtalu við Mentamálaráðið, um at gera skipan fyri listafólkavitjanir á skúlunum, t.d. at fáa skúlarnar at oyramerkja ein part av játtanini til slíkar vitjanir, ella í minsta lagið gera mannagongdir á skúlaøkinum, so at tað ikki kemur fyri, at skúlarnir biðja listafólk um at arbeiða ókeypis fyri seg.
Hetta arbeiði er enn ikki fari í gongd, men eigur at verða gjørt saman við hinum feløgunum LISA.
Rakel Helmsdal
Sí PDF-skjøl: