Skatting av bókasavnsgjald
Skattalógin varð broytt í desember 2018.
Við broytingini varð § 60, nr. 3 í skattalógini strikað, og ber hetta í sær, at inntøkur hjá rithøvundum – um sæð verður burtur frá vanligum lønarinntøkum - framyvir ikki verður skattaðar sum A-inntøkur (lønarinntøkur).
Bókasavnsgjaldið verður framyvir útgoldið sum B-inntøku og kunnu útreiðslur, tengt at rithøvundavirksemið, sostatt dragast frá, áðrenn skatt.
Bústaður uttanlands
Fyri rithøvundar búsitandi uttalanda verður bókasavnsgjaldið skattað sum nýtslugjald (royalty), ið er 25%. Fráboðan skal sendast til Taks.
Dagførd 17. apríl 2019
Skatting av listafólki
Jens Marius Dalsgaard, gjørdi í 2007, meðan hann var skrivari hjá Listafólkasamband Føroya, eitt skjal um skatting av listafólki. Endamálið var at fáa gjørt vart við skattlig viðurskifti, serliga hjá teimum, sum arbeiða professionelt. Skjalið kann takas niður her á síðuni.