William Heinesen(1900 - 1991) er tann føroyski rithøvundurin, sum er kendastur í útlondum. Hann vaks upp í Havn, og sum elsti sonur ein handilsmann og reiðara varð hann settur í keypmanslæru í Keypmannahavn. Men hugurin at skriva og tekna fekk hann tíðliga at fara undir listaligar royndir, og fyrsta yrkingasavn hansara kom út longu í 1921. Hann leitaði skjótt heim aftur og búði síðani í Havn alt sítt lív. Aftan á tær fyrstu sosialu skaldsøgurnar í 1930-árinum gjørdist hesin lítli høvuðsstaðurin í stórhavinum so við og við høvuðsevnið í hansara skaldsøgum og stuttsøgum, og hesin heimstaður hansara er fyri hann bæði heimsins nalvi og tornið á heimsins enda. Skaldskapur hansara er týddur til 20 ymisk mál, hann varð heiðraður við fleiri bókmentaprísum og var í uppskoti til bókmentaheiðursløn Nobels.