FERÐ GJØGNUM BÍBLIUNA

O.S.S. (ofta settir spurningar)

Ofta Settir Spurningar

Skeiðið "Walk Thru The Old Testament" er nýliga týtt til Føroyskt úr Enskum.

Skeiðið hevur fingið heitið "Ferð gjøgnum Gamla Testamenti" og ætlanin er at bjóða hetta skeið fram í øllum samkomum í Føroyum.

Her er ein roynd at svara teimum spurningum sum ofta eru settir.

  • Hvør hevur skriva hetta skeiðið?

Tað er Amerikumaðurin Bruce Wilkinson, sum hevur gjørt hetta skeið og er skeiðið uppbygt á ein sera áhugaverdan og spennandi hátt. Aftaná skeiðið kenna skeiðluttakararnir - Søgugongdina í Gamla Testamenti, Geografiina í Gamla Testamenti, - teir mest týðandi persónarnar í Gamla Testamenti - tær mest týðandi hendingarnar í Gamla Testamenti - og kunnu seta profetarnar í eina minniliga røð

  • Hvar hevur skeiðið verði?

Skeiðið hevur verið hildið í Nebo á Toftum, í Elim í Søldafyrði, í Filadelfia í Gøtu. í Kedron í Sørvági, í KFUM í Tórshavn, á árligu samkomuleguni hjá Kristnastovu í Danmark í 2007, í Kelduni í Skálabotni og í Betesda í Klaksvík.

  • Er neyðugt við tilmelding

Við tað at skeiði varar í 6 tímar er neyðugt at skipa verður fyri kaffi og onkrum til matna (døgurða) og tí er neyðugt við tilmelding. Tað er samkoman á staðnum, sum stendur fyri hesum og avgerð sjálv hvussu hetta verður fyriskipa.

  • Er nakað minstamark?

Skeiðið er sera "interaktivt" har skeiðluttakararnir sjálvir taka lut við at gera tekn til "lyklaorðini" og peika á støð (salurin er gjørdur um til eitt kort) og tí er best um tað í minsta lagið eru 15 fólk sum luttaka á skeiðinum. Hetta er fyri at fáa tann rætta "dynamikkin" í skeiðið. Eg kann viðmerkja at eg einki havi í móti um tað eru færri fólk, men skeiðið er ikki so gevandi um tað eru færri en 15 luttakarar.

  • Hvussu er skráin gjøgnum eitt skeið?

Skeiðið tekur ein heilan dag - 6 tímar, so tað má nokk verða ein leygardag og skráðin er umleið soleiðis:

    Byrja kl. 10:00

    Kaffi: kl. 11:30

    Døgurði kl. 13:30

    Kaffi kl. 15:30

    Liðugt kl. 17:00

Tað ber eisini til at hava skeiðið í 2. tímar yvir tríggjar dagar, t.d. trý týskvøld frá 20:00 til 22:00, ella 2. tímar fríggjakvøld frá 20:00 til 22:00 og 4. tímar dagin eftir. leygardagin frá 10:00 til 14:00 ella onkra aðra samanseting.  Bestu úrtslit eru tó komin av at hava skeiði ein samanhangandi dag.

Skeiði er stuttligt (tað er í øllum førum meiningin) og sera mennandi og læruríkt.

  • Hvat kostar tað og hvat verður peningur brúktur til?

Skeiðluttakararnir fáa ein bókling (sum er á føroyskum) uppá umleið 50 síður sum kostar kr. 150,- pr. persón. Tað er neyðugt við einum bóklingi pr. persón. Tó skal sigast at um onkur ikki fær goldið eigur viðkomandi ikki at setast aftur - øll eru hjartaliga vælkomin - eisini um tey ikki fáa goldið.

Fyri ordan skyld skal viðmerkjast at undirvísarin einki fær fyri at hava skeiðið, alt ferð til skeiðstilfarið og mennan av skeiðstilfarinum.

  • Hví skal ein lokalur vertur verða fyri hvørt skeið?

Neyðugt er at ein persónur frá samkomuni tekur sær av øllum tí praktiska so sum tilmelding, gjalding fyri skeiðið, matinum og at gera hølið klárt til skeiðið.

  • Hvussu kunnu vit fáa skeiði til okkara samkomu?

Tit kunnu ringja til Jens Olsen, fart. 228956 og avtala eina tíð. Tit kunnu tá fáa ein PDF fíl við einum faldara sum tit kunnu prenta og bíta út til húsini í bygdini, eisini fáa tit ein PDF fíl av eini plakat at hanga upp.