Fríggjadagin 10. februar
Vit fara til Íslands at vitja okkara felagar, og njóta tann blíðskap, sum teir eru so væl kendir fyri. Ymiskt er á skránni, so sum fundur saman við RT6 og RT1, og síðani vera vt vístir runt til áhugaverd støð í landinum.. Vit vænta at fáa innlit í nakað av mentan og siðvenju í RT felagsskapinum, og pubcrawling í Reykjavík.
So har verður bæði stundir til álvara og gaman, og vónandi taka okkara Føroysku limir okkurt gott við sær heimaftur, sum Føroyska felagið kann fáa nyttu av.
Alt tað besta og góða ferð tit fýra sum fara.