A

O G N I R N A R - Hjá tær

Andrass Skaalum - Valevni til Umboðsráðið Seinast dagført: 19/09-2020
 
 BRÚKA ATKVØÐUSEÐILIN – VÆL 
 
HETTA ER EIN PARTUR AV TÍNI OGN
 
Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur Betri P/F, sum so aftur eigur fleiri ognir.

 Høvuðsfeløgini, sum vit eiga 100% (myndin kan vaksast)
Høvuðsfeløgini, sum vit eiga 100%
  
Ognarlut, virksemi og eginogn í feløgunum (myndin kan vaksast)
Ognarlutir, virksemi og eginpening
Betri Heim P/F eiga vit ígjøgnum Betri Banka P/F (tilknýtt felag)
 
Feløg, har vit eiga millum 21 – 50% (myndin kan vaksast)
Ffeløg vit eiga 21 – 50% av
 • Suðuroyar Sparikassi P/F og Elektron P/F eiga vit ígjøgnum Betri Banka P/F (asosierað felag)
 • • "GT 6. January 2017” ApS er skráðsett í Danmark (Áður navnt “GLOBE TRACKER INTERNATIONAL ApS”)
 
Onnur feløg eru, har vit eiga minni enn 21%.
T.d. • GrønlandsBANKEN 4,58 % CVR-nr. 80050410

Uppfylgjandi kunning um smáu feløgini kemur seinni.

Virkin og á varðhaldi.

Høvuðs málsendingarnar eg arbeiði eftir í Umboðsráðnum eru:
• At kappingin kemur tær til góðar (kapping um prís og tænastur).
• At virksemið kemur føroyska samfelagnum tilgóðar (vit virka í Føroyum).
• At tú fær betri kunning um tað, felagið hjá tær tekst við.
• At ognir ikki verða “lirkaðar” úr hondunum á tryggingartakarunum (tær og mær).
• At samtakið er skipað trygt og avmarkar nektan av vinum- og kenningum (nepotismu).
• At vit vísa virðing fyri kundum og starvsfólkum.
• At ognir verða væl umsitnar við virðing fyri tryggingartakarunum (tær sum eigara).
• At samtakið ikki er í óneyðugari kapping við onnur vinnurekandi.
• At vit javnan máta og dagføra dugnaskap okkara (Benchmarking).

Tú finnur kunning (blandað bomm) á fb síðuni : "Innlit í trygging saman við Andrass Skaalum".

Tú er altíð vælkomin at seta teg í samband við meg.

Vinarliga
Andrass Skaalum         mob: 287870
Velbastaðvegur 42
FO-100 Tórshavn        t-bræv: andras_s@olivant.fo

Tórshavn, tann 19. september 2020
Andrass Skaalum - Tel. 28 78 70 - andras_s@olivant.fo