Dansur og samstarvDansifrøi og LS Dans samstarva um ein leist har arbeitt verður saman við kenda dansiskúlan hjá Marianne Eihilt í Århus, Let’s Dance. Peter Stokkebroe, sum er fleirfaldur heimsmeistari,og hevur ítróttarligu ábyrgdina í Let’s Dance – fer at hava ábyrgdina av at skipa dansifrálæruna og verður høvuðslærari. Peter Stokkebroe og aðrir topdansarar koma til Føroyar mánaðarliga at undirvísa. |
|
Ítriv Undirvíst verður í latindansunum samba, cha-cha-cha, jive, rumba og standarddansunum vals, tango, slow fox og quickstep.
Fyri vaksin: Undirvíst verður tveir tímar hvørja fer fyri vaksin. Dansifrøi skipar síðan sjálvt fyri undirvísing tær tríggjar vikurnar ímillum at LS skeiðini eru – tað verða hjúnini Vidtfeldt, sum skipa fyri tí. Hetta dansiskeiðið er fyri øll, til tykkum sum ongantíð hava dansa og eisini til tykkum sum hava dansa eitt sindur. |
|
|