Virkin og á varðhaldi.
Niðanfyri er í stuttum nøkur av málum, eg vil virka fyri
* At kappingin kemur tær til góðar (kapping um prís og tænastur).
* At virksemið kemur føroyska samfelagnum tilgóðar (vit virka í Føroyum).
* At tú fær betri kunning um tað, felagið hjá tær tekst við.
* At ognir ikki verða “lirkaðar” úr hondunum á tryggingartakarunum (tær og mær).
* At samtakið er skipað trygt og avmarkar nektan av vinum- og kenningum (nepotismu).
* At vit vísa virðing fyri kundum og starvsfólkum.
* At ognir verða væl umsitnar við virðing fyri tryggingartakarunum (tær sum eigara).
* At samtakið ikki er í óneyðugari kapping við onnur vinnurekandi.
* At vit javnan máta og dagføra dugnaskap okkara (Benchmarking).
Fortreytin fyri at náa enn longur framá í hesum málum er, at eg framhaldandi fái høvið at umboða teg í Umboðsráðnum.
Eg var valdur í Umboðsráðið í 2010 og 2016, nú standi eg fyri vali aftur í 2020
Tað vildi glett meg at fingið høvið at umboða teg og fingið tína atkvøðu í 2020 til Umboðsráðið, at arbeiða víðari við hesum málsetningum í samtakinum.
Tankar, hugskot og viðmerkingar eru vælkomin.
Send mær eini boð her.