Føroyska rossið - færøhesten - faroese horse

Nýtsla

Í 1800 vóru tað uml. 800 føroysk ross í Føroyum. Rossini vóru mest brúkt sum reiðingarross (bera ymiskt á bakinum). Tá ið arbeiðið var av vórðu tey slept út aftur í hagan, har tey gingu og passaðu seg sjálvan. Tey gingu eisini úti allan veturin og máttu sjálvi finna sær føði. Í grundini er tað føroyska rossið eitt slag av villrossi, tí áðrenn 1960'ini høvdu menniskjuni onga ávirkan á alingina av teimum. Greðingar og ryssur gingu leysir í haganum, og tað var tann sterkasti greðingurin, sum slapp at fáa sítt avkom víðari. Tey veiku, gomlu og sjúku rossini doyðu burturav, og á henda hátt gjørdi náttúrlig selektión, at tað einans vóru tey rossini, sum trivust best í haganum, sum yvirlivdu. Tí blivu rossini lítil, fingu nógvan hárvøkstur at verja seg fyri veður og vindi og eisini letur tað til, at rossini, sum hava dugað best at spara uppá sína orku, hava yvirlivað. Tí ber ikki til at siga, at náttúrðan hevur skapað rossini tann vegin, sum flestu fólk dáma ríðingarross.
 
Aðrastaðni hava fólk havt rossini undir kontrol, og hava sjálvi valt hvørji ross skulu fáa avkom, og hvørji ikki skulu. T.d. var tað í Íslandi sera neyðugt at hava góð ríðingarross, so til bar at ferðast aftur og fram á langum strekkjum. Tí hava fólkini har ræðfest sera høgt at hava ein hest, sum aktaði væl, var størri og eisini hevði behagilig gonguløg. Tí ber ikki til at siga, at náttúrlig selektión fór fram har, men tað vóru fólkini, sum valdu hvørjir greðingar skuldu fáa avkom, og hvørjir ikki skuldu. Eisini er tað siðvenja at eta rossini í Íslandi, so fólkini nýttu tískil bæði rossini til transport og til matna. Úrslitið av hesum bleiv eitt størri ross við langum beinum, við forfínaðum gonguløgum sum tølt og skeið, og sum aktar reiðmannin avbera væl, og sum oftast ikki hevur sín egna vilja, men ger sum reiðmaðurin biður um.
 
Tá man so fór at ala føroysku rossini í 1960'ini var tað soleiðis, at man einans fann fýra ryssur og ein greðing, sum vóru rein føroysk. Alingin sum síðan fór fram, hevur als ikki havt fokus uppá teirra eginleikar sum ríðingarross, men í byrjanina royndi man bara at fáa so nógv fyl undan sum gjørligt. Men so tá rossasýningar vóru í 1985 og 1987 (føroysk, norsk og íslendsk ross luttóku), har danskarin Henning Rasmussen dømdi skapið á greðingunum, hendi tað, at føroyski greðingurin Hersi vann fyrstu virðisløn fyri sítt skap, og føroyski greðingurin Skinfaksi eisini fekk heilt góð úrslit. Fólkini, sum stóðu fyri alingini tá gjørdu tí av, at gelda hinir greðingarnir, sum ikki kláraðu seg so væl, og ístaðin nýta hesir báðir greðingar at koyra til ryssurnar. Teir fingu so 16 fyl í part, og nógv av rossunum nú á døgum eru undan teimum. Tí hevur man nú sera nógv ross, sum hava gott skap, men tað hevur ongantíð enn verið alað eftir teirra eginleikar sum ríðingarross. Tí er lyndi teirra enn tað sama sum tá tey vóru og reikaðu í haganum. Tey hava sín egna vilja, tí tey hava lært at fylgja sínum instinktum, sum m.a. er, at tey skulu spara uppá orkuna. Tí eru tað nógv av teimum, sum ikki vilja renna, serliga um veturin, tí tey vilja spara uppá orkuna. Hetta verður av nógvum kallað, at tey eru treisk. Tí eru tað bert  fá, sum hava tol og vilja til at ríða á rossunum, og sum góðtaka, at tey ofta hava hug at spara orku, og ikki bara fresa avstað og gera sum reiðmaðurin sigur. Ryssurnar skulu helst til greðing hvørt summar, og ikki hava tey flestu umstøður til at hava greðingar, so tað er næstan bara teir geldu hestarnir, sum verða riðnir.