Føroyska rossið - færøhesten - faroese horse

Lýsing

Í 1985 og 1987 var danin, Henning Rasmussen, landsráðgevari í rossaaling á Landbrugets Rådgivningscenter, í Føroyum og hugdi eftir øllum teimum føroysku rossunum sum livdu tá. Út frá teimum gjørdi hann hesa lýsing:

"Tað typiska føroyska rossið verður lýst sum fylgjandi:

Tað føroyska rossið er ein lítil, harmoniskur og tiltalandi hestur (pony) við lutfallsliga djúpd og breidd.  Tey hava eitt væl skapað, turt og sigandi høvd. Umhugsandi eitt sindur stuttan, men væl settan háls.  Aksla- og faksparturin gera eina góða saðillegu. Tey hava eina sterka yvirlinju, vøddamiklan og væl skapaðan - tíðum eitt sindur stuttan – gump og eina góða yvirlinju og ein góðar lærvøddalag. Limarnir eru lutfallsliga
førir og turrir og umhugsandi væl settir, men fronsk orstilling kemur fyri. Gjøgnumgangandi eru knø og knæliðir væl markeraðir og rasan hevur serstakliga góðar hógvar við góðari hógvagóðsku. Rørslan er umhugsandi framtøkin og løtt. gode hove med god hornkvalitet.  

Føroysk Ross eru kend sum ein sera úthaldandi hestur, sum kannn bera eina lutfallsliga stóra vekt, og er harafturat eisini sera trygg til beins."