Føroyska rossið - færøhesten - faroese horse

Søga

Føroyska rossið er eitt av reinastu og elstu rossasløgunum í heiminum. Tað er í slekt við ensku Exmoor og Dartmoor rossini. Tey líkjast eisini teimum rossunum, sum komu til Europa um ár 200. Óivað hevur tað verið fyrstu niðursetufólkini av norrønum og keltiskum uppruna, sum tóku tey við til oyggjarnar. Líka síðani hava tey livað vill í fjøllunum og passað seg sjálvi. Bert tá brúk var fyri teirra arbeiðsmegi, vóru tey tikin til húsa og brúkt til at reiða tøð ella bera grót og torv. Hørðu liviumstøðurnar hava lagað tey til at klára seg av nærum ongum. Fleiri keldur eru, sum greiða frá umstøðunum hjá rossunum, millum annað Lucas Debes, Svabo og Landt. Tað ber ikki til at siga, at føroyingar hava verið serliga góðir við ross, tí sjálvt um tað hevur trælkað fyri bóndan, so fekk tað onga tøkk. Tá tey vóru liðug at brúka rossini, blivu tey rikin niðan aftur í hagan og máttu lívbjarga sær sum frægast. Hesi strongu kor hava gjørt rossið til tað, sum tað er í dag: eitt sera fóðurlætt djór, sum um veturin fær síða ull, hevur sera góðar hógvar og sterk bein, smá, tolin og treisk men eisini sera áhaldin og fim og serstakliga skjót í mun til støddina.
 
Fyri 200 árum síðani gingu stórir rossaflotar í fjøllunum. Talið av rossum hevur verið mett til millum 600-800 djór. Fyri 50 árum síðani vóru einans 5 eftir, 4 ryssur og ein greðingur. Talið var fallið so nógv av ymsum orsøkum, nógv vóru seld til Onglands at arbeiða í kolanámum, harumframt bleiv minni brúk fyri teimum smáu føroysku rossunum tá bóndur fóru at nýta stór og tung landbúnaðaramboð, sum kravdu størri ross sum norskir fjordhestar. Tá ið so traktorar tóku yvir var ikki longur tørvur á rossum og heldur ikki nakar stórvegis áhugi í at varðveita tey. Tað var beinleiðis endamálið hjá embætismonnunum at forkoma føroyska rossastovninum, tí teir mettu at eingin dugur var í teimum. Tey rossini, sum ikki kundu seljast, blivu stoytt oman ella skotin.