Føroyska rossið - færøhesten - faroese horse

Aling

Arbeiðið at bjarga føroyska rossið byrjaði í 1962. Tað vóru Leivur Trónd og kona hansara Begga sum saman við Jón í Bø byrjaðu at leita eftir seinastu føroysku rossunum. Tað eydnaðist teimum at finna fýra ryssur og ein greðing. Tey fóru í gongd við sjálvt aliarbeiðið og væl gekst teimum í fyrstuni. Fleiri fyl komu undan og Felagið Føroysk ross bleiv stovna.
Begga
 
Hóast mótgongd hevur síðani gingið støðugt framá, hóast stovnurin framvegis bert telur 60 ross. Hetta skyldast mest sera ringar arbeiðsumstøður og allatíðina hevur alt stríðið ligið á herðunum hjá privatfólki. Dreymurin hevur verið at fingið eina alistøð, haðani arbeiðið kann stýrast, men enn hevur hetta ikki eydnast. Vónandi fara hesar umstøður at broytast skjótt, tí rossið hevur nógvar dygdir sum eru verdar at varðveita.
 
Vit hava gjørt nógv fyri at savna pening til aliarbeiðið. Dømi..