Føroyska rossið - færøhesten - faroese horse

Fígging og politikkur

Í 1992 varð ST-sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi undirskrivaður á ST-fundi í Rio de Janeiro. Í Føroyum tóku vit undir við sáttmálanum í 1993, og harvið hava landsins myndugleikar bundið seg til, í samstarvi við heimsins lond, at virka fyri, at lívfrøðiliga margfeldið verður varðveitt.

Ikki øll lond høvdu nóg holla vitan um teirra náttúru til beinleiðis at seta tjóðarætlanir í verk og tí varð tí í 21. dagsskrá (Agenda 21) mælt til, at øll lond kanna lívfrøðiliga margfeldið í teirra nærumhvørvi. Hesar kanningar skulu vera støðið undir tjóðarætlanum um verju og varðveiting av lívfrøðiliga margfeldinum.

Vit eru ikki enn komin á mál við eini tjóðarætlan, men í 2006 gav Føroya skúlabókagrunnur út bókina Føroya Náttúra – lívfrøðiligt margfeldi. Bókin er ein støðufrágreiðing av føroysku náttúruna av hægstu fjallatindum, oman í fjøruna og út á hav.
 
Út frá hesum eru gjørdir reyðlistar, ið gera vart við hótt plantu- og djórasløg,men tíverri er føroyska rossið enn ikki nevnt á hesum lista. Hóast rossið hevur verið ein partur av føroysku náttúruni í meira enn 1200 ár, er tað ikki sloppið uppí part, tá føroyska náttúran skal definerast. Hetta ynskja vit at broyta. Vit vilja hava eina óvildiga definitión av náttúruni, helst eftir altjóða standard.
Ein stórur trupulleiki hevur verið, at ábyrgdin fyri føroyska rossastovninum seinastu mongu árini hevur ferðast millum mentamálaráðið, vinnumálaráðið og nú fiskimálaráðið, uttan at nakar hevur gjørt stórvegis at verja hetta hótta djóraslagið. Málið hoyrir nú undir Royndarstøðina, men teir vilja onki gera, um teir ikki fáa 835.000 kr umframt tvær lønir lønir játtaðar. So har er tað parkerað.
Umhvørvisstovan, sum umsitir náttúruvernd og lóg um hótt djórasløg sigur seg heldur onki hava við rossini at gera. Náttúrugripasavnið, sum situr við vitan um føroysku náttúruna vísir eisini rossunum burtur, tí rossini hoyra undir fiskimál.
Einasta almenna hjálpin er ein konto hjá búnaðarstovuni til øll tey føroysku húsdjórini upp á kr. 50.000 árliga, sum fólk kunnu søkja av til hjálp til fóður og tílíkt. Hetta svarar til 3 promille av tí stuðli, sum er játtaður til føroyskar bóndur.
Tær 30.000 kr, sum ein bóndi hevur fingið seinnu árini at ansa nøkrum greðingum, er ein forsvinnandi lítil partur av tí sum eg sjálv samli inn til aliarbeiðið við at hava ponyríðing og ríðiskúla fyri børnum.
Innlendismálaráðið hevur eina konto uppá 1.7 mill um árið at søkja til verkætlanir sum eru dálkingarfyribyrgjandi og verja hótt djórasløg. Heldur ikki teir vilja stuðla rossunum, hóast tey eru einasta hótta djór her á landi, um vit ikki taka fugl við. Sagt verður frá aðalstjóranum har, at hóttu djórini meint verður við, eru maðkar og flugur og tílíkt.
Støðan er sera harmilig, tí nógv kundið verið gjørt, um tað ikki kostaði tann nógva peningin. Vit hava spurgt á Umhvørvisstovuni um beiti á økjum, sum landið umsitir, men eru hótt við at djórini blíva tvangsflutt og vit fáa stórar bøtur, um vit koma inn á teirra øki.
 
Okkara størsti trupulleiki í aliarbeiðinum er, at uppihalda greðingastovninum og at fáa greðingarnar til ryssu eftir eini aliskipan, sum ofta krevur, at greðingarnir skulu flytast runt landið. Fá privat tíma at hava greðingar, tí teir eru ov villir at ríða á, krevja nógv pláss og berjast, tá ryssur eru nærhendis. Sum støðan er nú, standa greðingarnir í hegnum og blíva fóðraðir. Hetta er sera kostnaðarmikið fyri okkum. Nógv betur var, um vit fingu ein høgligan haga at hava rossini í. 
Okkara náttúra er so fátak sum er, tí undrar tað meg stórliga at lívfrøðingar als ongan ans vilja vísa rossunum. Eg vil heldur siga beint tvørturímót..............