A

Gjøgnumskygni og opinleiki er styrki

Tá greinin var skrivað í 2014, var eg ikki valevni, men tað eri eg nú í 2016.
Eg vil við hesum biðja um tína atkvøðu og stuðul til Umboðsráðsvalið, nú í februar 2016 :)
 
Skriva 10/02-2014
 
Sum Umboðsráðlimur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, heilsi eg øllum kreftum vælkomnum, ið veruliga vilja virka fyri menning, opinleika og dynamikki.
 
Sjálvur eri eg ikki valevni í hesum umfarið ( í 20104 ).

Kunning um íløgur

Feløg, ið rekur tryggingar- ella bankavirksemi, skulu kunngera sínar roknskapir, sambært lóg um banka- og tryggingarvirksemi.

Eigur felagið 5% ella meir av partapeninginum í øðrum felag, skal hetta upplýsast í roknskapinum hjá tí felag har partapenigurin er settu í, hesir upplýsingar kann ein og hvør við áhuga, leita fram og kunna seg um.

Roknskapirnir hjá TF Holding eru tøkir á heimasíðuni hjá Tryggingarfelag Føroya, tað er tí møguligt at kunna seg við nøvnini á teimum feløgum, har ognarparturin er 5% ella hægri (Sjá "Kapitalpartar í tilknýttum fyritøkum").

Roknskapirnir hjá eitt nú "TF Íløgur" og "TF Ognir", eru ikki tøkir á heimasíðuni, tað er ikki lógarkrav at hesir skulu kunngerast, men kundu gjarna verði lagdir út, sum kunning til ánararnar og Umboðsráðslimir. Sum nú er, er støðan tann, at um tú vil vita meira um hesar roknskapir, mást tú venda tær til skrásetingina, ella gjalda fyri at tekna hald á netinum, ið gevur atgongd til roknskapir.
* (NB: Eftir at greinin var skrivað eru roknskapirnir hjá "TF Íløgur" og "TF Ognir" tøkir á nýggju heimasíðuni hjá tfholding.fo)

Tað er trupult at fylgja við, tá íløgur verða gjørdar í onnur íløgufeløg, sum aftur gera íløgur, og á tann hátt greina seg út til alt fleir ymisk feløg í Føroyum og uttanlands.

Her er tørvur er á betri kunning og gjøgnumskygni, fyri at finna samanhangin i slíkum íløgum.

Nevnd og leiðsla í feløgum

Ein annar spurningur er samanfall av persónum í teim ymsu nevndunum í samtakinum.

Her er umráðandi, at somu persónar ikki ganga ov nógv aftur í teim ymsu feløgunum, at byrgja fyri nepotismu, vina og kenningar politikki.

Áhugi og hugflog hjá lagsbrøðrum og vinum, kunnu brádliga gerast tvíeggjað svørð, ið avlagar skilvísi í avgerðum, har vágiligar avgerðir í ringasta føri kunnu hótta tilverugrundarlagið hjá feløgunum.

TF Holding er ein stórur leikari í Føroyska vinnulívinum, sum við keypinum av EIK banka gjørdist munandi størri, og er vorðin ein rættiligur tungvektari í Føroyska samfelagnum.

Vit hava tíverri áður uppliva, at sterk feløg eru snáva, m.a. tí skipanir, mannagongdir og eftirlit í feløgum ikki hava virkað nóg væl, tá brúk hevur verið fyri at tær veruliga virka til fulnar.

Í slíkum førum eru eyðkennini gjarna maktstríð og skuggaspæl, at virðingin fyri reglum og mannagongdum verður niðarlaga og at kunningin er avmarkað, misvísandi ella populistisk og innihaldsleys.

Tað er umráðandi at skipanir og eftirlit alsamt eru samansett á ein hátt, ið gevur best møguliga trygd fyri framhaldandi og sunnum rakstri av samtakinum.

Gjøgnumskygni og endurmeting av skipanin við jøvnum millumbilum eru umráðandi fyri eina dynamiska skipan og nøktandi eftirlit.

Samfelagslig menning

Ognarfelagið (TF Holding) og feløgini í samtakinum hava stóran leiklut og stóra ábyrgd í Føroyska samfelagnum.

Við síni styrki og peningaligu íløgum, er felagið við til at menna føroyska samfelagið og hevur møguleika at gera mun, har onnur ikki røkka.

Umráðandi er at hava eitt rímiligt og opið samskifti, um hvar og hvussu samtakið best kann gera gagna við sínum  íløgum, og ikki minst, hvat samtakið skal halda seg frá, fyri ikki at gerast ein forðing fyri aðrar áhugaðar íleggjarar, ið ikki eru so stórir sum TF Holding.

Avgerandi er hvussu hetta framhaldandi kann gerast á besta og tryggasta hátt, samstundis sum virðingin fyri peninginum hjá ánarunum er í hásæti.

Okkum nýtist ikki altíð at verða samd um alt, avgerandi er tó, at vit hava eitt opið og konstruktivt orðaskifti um møguleikar, so vit eftirfylgjandi kunnu gera best møguligar niðurstøður.

Umboðsráðið

Umboðsráðið verður valt beinleiðis av tryggingartakarunum, sum vegna ognararnar velur nevndarlimirnar í Ognarfelagnum (TF Holding), at hava leiðsluna í samtakinum, hesi mannað ella velja umboð í tær ymsu nevndirnar í samtakinum. Einstakar nevndir hava tó eisini umboð, ið verða vald av starvsfólkum í samtakinum.

Umráðandi er, at felagi verður rikið skynsamt, at gjøgnumskygni er so gott sum gjørligt, og ikki minst at Umboðsráðið fær nøktandi kunning um øll viðurskifti í samtakinum.

Bøtt samskiftið millum nevnd og Umboðsráð um strategiskar spurningar er ynskiligt.

Somuleiðis ein størri opinleika beinleiðis til ánararnar, ið eru allir tryggingartakararnir.

Sum tryggingartakari og ánari, hevur tú møguleika at gera ávirkan tína galdandi, við at brúka tín atkvøðurætt at velja limir í umboðsráðið.

Takið væl ímóti áheitanum frá valevnunum til umboðsráðið, tey skulu jú gera vart við seg og helst eisini kunna um hvørji mál, tey vilja virka fyri í Umboðsráðnum.

Spyrji gjarna valevnini, um tey vilja verða við til at styrkja felagið við at betri um gjøgnumskygni og virka fyri at menna opinleikan í samtakinum.

Velur tú fólk inn, ið vilja virka fyri størri opinleika, gjøgnumskygni og dynamikki, hevur tú gjørt títt til, at styrkja felagið á hesum øki.

Gott Umboðsráðsval  :)

Roknskapir hjá TF eru á leinkjuni : http://tfholding.fo/Um_okkum/roknskapTFHolding/

Roknskapir hjá EIK eru á leinkjuni : http://www.eik.fo/Default.aspx?ID=6926

 

Andrass Skaalum

Limur í Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Tórshavn, tann 10. februar 2014

           * * * * OPINLEIKI ER TÍN BESTA TRYGGING * * * *

Andrass Skaalum - Tel. 28 78 70 - andras_s@olivant.fo