A

EIK GØLAN SKAL IKKI ENDURTAKAST !

Andrass Skaalum : Valevni til Umboðsráðið 2016
Andrass Skaalum

Uppskot er lagt fram, at binda um heilan fingur.

Endamálið við uppskotinum er at byrja fyri, so vit ikki upplivað nakað í tráð við tað, sum hendi við gamla Eik Grunninum, har grunnurin m.a. var trygd fyri lánum hjá Eik og misti alt fæið.

Uppskotið til viðtøkubroytingar á Ognarfelag Tryggingartakaranna sendi eg inn 19. desember 2015, at leggja fyri aðalfundin, sum verður í apríl 2016.

Eg eri valevni til umboðsráðið og biðji um tín stuðul at verða valdur.
At umsita ognir við dugnaskapi og virðing.” er eitt av yvirskipaðu málum mínum.

Broytingaruppskot til : VIÐTØKUR FYRI OGNARFELAG
                                               TRYGGINGARTAKARANNA
Viðvíkjandi: “VIII. ROKNSKAPUR, GRANNSKOÐAN OG UMSITING AV
                         PENINGI FELAGSINS”

§ 29 Nýtt stk. 2:
“Nevndin skal síggja til, at Ognarfelagið og feløg í samtakinum, eru skipað í tryggar eindir, soleiðis at eingin eind viðførir ábyrgd, binding ella vanda, ið kunnu seta aðrar partar av samtakinum í fíggjarligan vágað.”

“Sínámillum tænastur, samstarv og peningarensl skulu hava atlit til, at hvørt felag sær altíð kann veita sínar tænastur og halda sínar skyldur.”

“Stk. 3 verður 4”
“Stk. 4 verður 5”

Viðmerkingar
Onkur meting er, at orðingin eigur at verða strangari enn í hesum uppskotið, tað kunnu vit so meta um.
Opið er at gera tillagingar í orðingini, so vit best møguligt tryggjað endamálinum við uppskotinum.

Seinna ískoyti er við fokus á innanhýsis/sínámillum penga og kundaviðuskifti, t.d. umsiting fyri hvør annan og t.d. støddina av innlánum hjá TF í EIK. Hvat er støðan hjá TF um EIK t.d. fer av knóranum ?


Vinarliga.
Andrass Skaalum                      mob: 287870    t-bræv: andras_s@olivant.fo
Velbastaðvegur 42
FO-100 Tórshavn

Umboðsráðslimur í OT                * * * * Opinleiki er tín besta trygging * * * *
Dagur 15. februar 2016
Andrass Skaalum - Tel. 28 78 70 - andras_s@olivant.fo